Eldur í bili beint uttanfyri Leirvikstunnilin

20.24 fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bili beint við tunnilsmunnan, Gøtumegin.

Løgreglan og Sløkkilið vóru skjótir a staðnum. Ein maður var í bilinum og slapp hann út í øllum góðum.

Eldurin er sløktur, men nakað av royki var inni í tunlinum.

Tunnilin bleiv tømdur fyri bilar og stongdur.

Í løtuni verður luftað út áðrenn opnað verður aftur fyri ferðslu.