Eldur í Havn: Vegurin verður stongdur í alla nátt
Arbeiðið at sløkkja eldin, um kom í eini hús í Hornabø í kvøld, er nú liðugt.
Men kortini verður brandvakt á staðnum í alla nátt fyri at tryggja, at eldurin ikki kyknar aftur. Og í tí sambandi verður J.C Svabosgøta, ímillum Háskúlaveg og Hornagøtu, stongd, tí neyðsendarakfør standa í J.C. Svabosgøtu.
Løgreglan heitir staðiliga á ørindaleyst um at halda seg burtur, tey siga annars, at har hevur verið rættiliga nógv fólk og forvitnast, og tað tarna arbeiðnum
Fólk vóru inni, men tey komu út í øllum góðum og tey hava greitt frá, at eingin annar var í húsunum. Eitt av teimum fór á Landsshjúkrhúsið til kanningar fyri roykeitran.
Men løgreglan sigur, at húsini skulu kannast út í æsir og tað er fyri at tryggja at eingin annar er inni – og tað er vanlig mannagongd í slíkum førum, sigur løgreglan.