Embætið sum Dómpróstur er lýst leyst at søkja

Dómprósturin er sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, ið harafturat er innsettur at røkja embætið sum dómpróstur. Virkisøki og høvuðsuppgávurDómprósturin er varamaður hjá biskupi, og hevur tær staðbundnu kirkjurnar og kirkjuráðini sum málsøki.

Dómprósturin er føddur limur í Próstadømisráðnum (PR), ið er tað fíggjarliga kervið hjá teimum staðbundnu kirkjunum. PR er harafturat mannað við 4 valdum limum.

Peningaviðurskiftini og byggimálini hjá kirkjunum eru málsøkið hjá PR. Siðvenjan hevur tey seinastu árini verið, at dómprósturin hevur havt virkisleiðsluna hjá ráðnum um hendi, skipað fundirnar og samráðið við atliti at fíggjarætlanum hjá kirkjunum. 

Talan er um nógv fundarvirksemi innanhýsis í PR, við staðbundnu kirkjuráðini, umframt við Føroya Stiftsstjórn. Triðja hvørt ár skulu allar kirkjurnar sýnast av dómpróstinum, arkitekti og byggifrøðingi. 

Dómprósturin er fastur limur í Grunninum Føroyskt Kirkjumál. Grunnurin hevur til endamáls at taka sær av fakligu bókum fólkakirkjunnar við atliti at læru, boðan og liturgi. 

Væntað verður, at dómprósturin 

  • hevur áhuga í fíggjarviðurskiftum við atliti at rakstri, kirkjubygging og umbygging

  • virkar sum fyrisitingarligur leiðari og pastoralur ráðgevi hjá kirkjuráðunum

  • veitir kirkjuráðunum vegleiðing, íblástur og stuðul, sum mennir kirkjulívið á staðnum

  • er skipað/ur í mun til umsitingarligar uppgávur og fundarvirksemi

  • er samstarvsinnað/ur, álitisvekjandi, semjusøkjandi og tekur avgerðir

hevur áhuga í fíggjarviðurskiftum við atliti at rakstri, kirkjubygging og umbygging

virkar sum fyrisitingarligur leiðari og pastoralur ráðgevi hjá kirkjuráðunum

veitir kirkjuráðunum vegleiðing, íblástur og stuðul, sum mennir kirkjulívið á staðnum

er skipað/ur í mun til umsitingarligar uppgávur og fundarvirksemi

er samstarvsinnað/ur, álitisvekjandi, semjusøkjandi og tekur avgerðir

Uppgávurnar í dómpróstaembætinum fylla áleið helmingin av starvsbrøkinum.Skrivstovan hjá dómpróstinum er í Biskupsgarði, J. Paturssonargøtu 20 í Tórshavn.

Uppgávur sum sóknarpresturÍ prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Nólsoyar og Tórshavnar eystara kirkjusókn.

Dómprósturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og er jarðarferðarmyndugleiki. Tænastan sum prestur verður røkt í samstarvi við hinar sóknarprestarnar í prestagjaldinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimum og sambýlum. FørleikakrøvUmsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar skulu hava verið í starvi sum sóknarprestur í Føroyum í minsta lagi 6 ár.Umsøkjarar við øðrum førleikum skulu skjalprógva yvir fyri serligari nevnd sbr. § 4 í LL um embæti og størv í fólkakirkjuni, at viðkomandi hevur royndir og vitan, ið geva samsvarandi innlit í kirkjuviðurskiftini í Føroyum, sum 6 ára tænastan sum sóknarprestur í fólkakirkjuni gevur.  

Løn og setanarviðurskiftiDómprósturin er tænastumaður. Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har dómprósturin er løntur í lønarflokki 39.

Umsøkjarin kann rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. BústaðarskyldaTænastubústaður er til starvið. Dómpróstagarðurin er í Essalág 18, Tórshavn. Dómprósturin hevur skyldu at búgva í dómpróstagarðinum.

UmsóknarfreistUmsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, 100 Tórshavn, ella á t-post [email protected]

[email protected]

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 30. august, kl. 12.00. Starvið verður ætlandi sett pr. 1. februar 2026.