ES-nevndin sendir vatnbumbu-flogfør at sløkkja eldar í suðurevropa

ES-nevdnin sendir tí igjøgnum RescEU, sløkkiflogfør til Spania, tí 14 skógareldar eru kyknaðir í einari evropeiskari hitabylgju.

Nevndin sendir eitt ókent tal av vatnbumbuflogførum at hjálpa til við at sløkkja eldsbrunarnar í Spania.

Eisini verða teir sendir í økjir sum eru rakt av eldum á Balkan, skrivar The Guardian leygardagin.

Fráboðanin kom, eftir at ein sjálvboðin sløkkiliðsmaður doyði hósdagin, meðan hann bardist móti einum skógareldi í Kastilia og Leon-økinum í Norðurspania.

– Deyðin rakar okkum aftur við missinum av enn einum sjálvbodnum, sum hevur mist lívið í Leon, segði spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hósdagin. Hettar skrivar The Guardian.

Hann lýsti sjálvboðin sløkkiliðsfólk sum “hetjur”, sum verja spanska fólkið og segði, um eldin, at hóttanin framvegis er ekstrem.

Hin sjálvboðin sløkkiliðsmaðurin hann tosaði um, doyði týsdagin, og ein spanskur maður doyði, meðan hann royndi at bjarga rossum sínum úr einum fjósi sum eldur kom í nærhendis Madrid mánadagin.

Sanchez segði fríggjadagin, at eldviðurskiftini framvegis eru sera harðlig, tí spanska veðurstovan boðaði frá einum “ógvusligum eldvanda” í norðara og vestara parti av Spania, skrivar BBC.

Veðurtænastan spáddi um hægsta hita upp til 45 stig í Spania, har fleiri eldar eru lagdir saman til eina eldsbruna, sum hevur stongt fleiri av motorvegunum í økinum og steðgað jarnbreytarferðsluni í norðvestur Spania.

Eisini hava verið fráboðaðir um eldar í Portugal, Fraklandi, Grikkalandi og á Balkan.