Ethel er elst í heiminum
Elsti skrásetti persónurin í heiminum – bretska Ethel Caterham – slapp í gjár at blása heili 116 ljós á lagkøku síni. Hettar skrivar Ritzau.
Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at hon yvirtók heitið frá brasilsku nonnuni Inah Canabarro Lucas, sum fór foldum frá 30. apríl í ár, 116 ára gomul.
Inah Canabarro Lucas
Inah Canabarro Lucas
Ethel Caterham hátíðarhelt dagin á røktarheiminum saman við familjuni “í sínum egna tempo”.
Hon varð fødd 21. august 1909 – fimm ár áðrenn fyrri heimsbardagi brast á.
Áðrenn føðingardagin boðaði røktarheimið pressuni frá, at Ethel ikki vildi hava samrøðu.