Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Evropa tapir – og vit mugu vakna: Ein ávaring, eisini til okkum í Føroyum
    News

    Evropa tapir – og vit mugu vakna: Ein ávaring, eisini til okkum í Føroyum

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 12, 2025No Comments3 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Innleiðing: Ein evropeisk vanlukka er eisini ein føroyskur váði

    Við atliti at vaksandi altjóða kapping, tøknuligari framferð og búskaparligum broytingum, síggja vit nú greitt, at Evropa – og harvið vit í Føroyum – eru í eini álvarsomari støðu, tá um kappingarføri ræður. Tað er ikki bara viðkomandi fyri stór lond og risafyritøkur, men ein grundleggjandi spurningur um okkara framtíðar møguleikar at virka og vaksa sum vinnuligt samfelag.

    Eysturoyar Vinnulívsfelag vil við hesi grein varpa ljós á, hvussu viðmerkingar frá einum av heimsins mest týdningarmiklu fíggjarleiðarum – Jamie Dimon, forstjóra í JPMorgan Chase – eru viðkomandi fyri føroyskt vinnulív og politisku skipanina. Tá stórir útlendskir aktørar siga, at Evropa tapir, er tað eisini ein áminning til okkara.

    Jamie Dimon: Evropa er við at tapa kappingina

    Jamie Dimon, sum hevur staðið á odda fyri JPMorgan Chase í næstan 20 ár, helt hósdagin eina røðu í Dublin. Har ávaraði hann evropeiskar leiðarar um, at heimsins næststørsta búskaparsamanseting – Evropa – hevur mist nógv av síni megi.

    Hann staðfesti, at evropeiska bruttotjóðarúrtøkan (BNP) er fallin úr at vera 90% av tí amerikanska fyri 10–15 árum síðan til bert 65% í dag.

    “Hetta er ikki gott. Tit eru við at tapa,” segði Dimon beinleiðis.

    Við hesi greiðu fráboðan vísti hann á, at evropeiskar fyritøkur als ikki megna at halda ferðina við teimum amerikansku, hvørki í vøkstri, í nýhugsan ella á altjóða marknaðum.

    Draghi og Dimon: Tvey signal, sum Evropa – og Føroyar – mugu lurta eftir

    Hendan fráboðan er ikki einasta áminningin. Fyrrverandi tjóðbankastjórin í ES, Mario Draghi, kom longu í heyst við eini ávaring um, at evropeisk kappingarføri verður kvalt av byrokrati og tungum skipanum. Hann vísti á, at evropeiskar fyritøkur eru undir trýsti frá kinesiskum kappingarneytum og hava truplar atgongdir til at luttaka í teimum mest framkomnu tøkniøkjum. Leiðslan í risastóra norska oljugrunninum, hevur eisini fyri stuttum víst á júst somu avbjóðingar.

    Hvat merkir hetta fyri Føroyar?

    Fyri okkum í Føroyum er tað avgerandi at síggja hetta sum meira enn eina útlendska avbjóðing. Evropeiska kappingarførið hevur beinleiðis ávirkan á:

    okkara útflutningsmøguleikar,

    okkara møguleika at trekkja íløgur til landið,

    og okkara evni at menna nýggja vinnu í tøkniligum og burðardyggum geirum.

    Vit í Eysturoyar Vinnulívsfelag síggja greiðar líkleikar. Tað sama umsingarliga trýstið, tann sama seina gongdin í almennum skipanum og tann sami vandin fyri, at íverksetaramentanin gongur ov seint. Hetta er ikki bert ein trupulleiki fyri Frakland, Italia ella Týskland – tað er eisini ein føroyskur spurningur.

    Vit seta spurningin víðari til føroyskar myndugleikar og leiðarar:

    Hvussu gera vit tað lættari at stovna og reka fyritøkur í Føroyum?

    Hvussu betra vit um atgongdina til altjóða kapital og nýhugsandi samstørv?

    Hvussu tryggja vit, at Føroyar ikki detta niður millum tveir stólar í eini altjóða búskaparskipan, har fleksibilitetur skjótar avgerðir og verkseting er lykilin?

    Trump og marknaðirnir: Ein nýggjur váði fyri evropeiska útflutning

    Dimon helt eisini á við at seta orð á váðarnar við politikkinum hjá Trump. Marknaðirnir hava, sambært honum, tikið ov lætt uppá hóttanirnar um høgan toll – heilt upp til 200% á ávísar vørur. Hesar broytingar kunnu raka evropeiskar, og harvið eisini føroyskar útflutningsveitarar hart.

    Ein treyt: Strategisk, skjót og samskipað framferð

    Eysturoyar Vinnulívsfelag heldur, at føroyska samfelagið má gera upp við trekar og tungar skipanir og síggja sannleikan í eyguni: Um Evropa tapir, verða smátjóðirnar tapararnir millum tapararnar – um vit ikki handla skjótt og við dirvi.

    Vit heita á vinnulívsfólk, fakfeløg, politikkarar og íverksetarar at samlast um ett felags mál: at gera Føroyar til eitt stað, har tað ber til at hava frælsi, skjótleika og nýmenning sum kjarna í vinnulívinum – ikki sum undantøk.

    Eysturoyar Vinnulívsfelag

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleFramkomnasta bindaríið í kongaríkinum er á Toftum
    Next Article Føroyskur filmur er nomineraður til SVEND prís
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.