Fer eftir deyðarevsing
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava, at dráp í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., verður revsað við deyða.
– Um onkur drepur onkran í høvuðsstaðnum, Washington D.C., fara vit eftir deyðarevsing, segði hann sambært Reuters á stjórnarfundi týskvøldið danska tíð.
Fráboðanin kemur eftir uml. tveimun vikum, har hundraðtals hermenn úr tjóðarverjuni hava verið sendir út í gøturnar í býnum at fáa “ruddað upp”.
Fleiri amerikanskir statir undir leiðslu av republikanskum guvernørum, fara nú at senda fleiri hundrað hermenn frá tjóðarverjuni til Washington D.C.
Hetta er eitt ískoyti til teir 800 tjóðarverjuhermennirnir, sum longu eru útsettir í høvuðsstaðnum.
West Virginia sendir millum 300 og 400 hermenn, South Carolina sendir 200 og Ohio fer at senda 150 hermenn – tað vil siga upp til 750 hermenn afturat.