Fleiri enn 600 runnu í Vágum í gjár

Omanfyri 600 fólk luttóku í Føroya Vakrasta Hálvmarathon í gjár. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.

Hetta var næsta árið, at handan serliga avbjóðingina var á skrá. Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar 5 hálvmarathonkappingarnar í mun til 47 í 2024.

Hetta er nógv, tá haft verður í huga, at veðrið í ár spældi fyriskiparunum eitt puss. Fyrsta kappingin, Nýggjárshálvmarathon í Eysturoy, endaði við at verða flutt til apríl mánað, og eftir NS Hálvmarathon í Klaksvík og Tórshavn Marathon vórðu fyrirskipaði sum ætlað, gjørdi veðrið eisini um seg, soleiðis at Føroya Sunnasta Hálvmarathon var flutt til eftir summarfrítíðina. Og í gjár varð so Føroya Vakrasta Hálvmarathon runnið í Vágunum.

Longu nú er greitt, at avbjóðingin verður á skrá aftur í 2026. Tá kemur hon tó at eita “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.

Tey 45, sum megnaðu øll 5 hálvmarathon í 2025, vóru:

Bárður Højgaard, Onki felag Birgir av Vollanum, Roysnið Bjarni Petersen, Onki felag Bjartur Samuelsen, Onki felagBjørt Askham Sigurðsson, Onki felag Brandur Sjúrðarson, Onki felagBúgvi Ólavsson Eliasen, Roysnið Christian Djurhuus, Onki felag Davið Guðnason, HvistanDebes Danielsen, Onki felag Dorrit Bech Joensen, Hvistan Durita Neshamar, Bragdið Eivør á Kósini, Onki felag Eydna WeiheBragdið Eyðtór J. Joensen, Hvistan Flóvin Eidesgaard, Bragdið Gunnar Christiansen, Onki felag Hallbjørg Danielsen, Roysnið Hallur Syderbø, Onki felag Hans Ellefsen, Bragdið Heidi Reidun JoensenHvistan Henning Olsen, Roysnið Heriet Djurhuus, Bragdið Janus úr Dimun, Onki felag Jens.R. Weihe, Frælsi Johann Behrens, Onki felag John SigurðssonTreysti Jørgin Joensen, Roysnið Kári Kristiansen, Onki felagLaila Jacobsen, Frælsi Marjun Eysturoy, Onki felagMarjun Lómaklett, Onki felag Mass Anthoniussen, Onki felag Mattias Jansson í Lambanum, Roysnið Noomi Heradottir, Onki felag Pætur Zachariasson, Onki felagRói Ljósheim, Bragdið Rúna Antoniussen, Onki felagRuth Winther, Bragdið Sára Jensdóttir Petersen, Onki felagSigga Jacobsen, Frælsi Sølvi Simonarson, Frælsi Teitur Arnoldson Joensen, Onki felag Terje Skechers Hansen, Roysnið Tórstein Christiansen, Onki felag