Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Fleiri finalur í frælsum ítrótti mikudagin
    News

    Fleiri finalur í frælsum ítrótti mikudagin

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 16, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Triði dagurin á Pickaquoy stadion byrjar kl. 17:10 við longarlopi hjá monnum. Her eru tveir mans sum skara framúr á startlistanum. Annar hevur longu vunnið eitt gull á oyggjaleikunum, og hin er Tórur Mortensen, sum vann bronsu í trýstøkk á Guernsey. Tórur hevur lopið støðugt út ímóti 7½ m síðsta árið, meðan 7,31 m er tað besta hjá hinum, og longsta lopið hjá næsta manninum er 6,71 m.

    Kl. 17:20 byrja innleiðandi kappingarnar á 800 m teininum. Her skal Maria Biskopstø, eftir at hava runnið 400 m og 400 m rimarenning, í gongd við sína triðju kapping á hesum leikunum. Maria er styrkismett til at dystast um eitt pláss í finaluni, har nógva ferðin hon hevur við sær frá 400 m venjing, kann verða avgerandi í einum spurti.

    Kl. 18:30 skal Oddvør Josephsen renna 200 m finaluna. Fyri tveimum árum síðan var hon 0,01 sek frá at koma í finaluna, men við teimum 25,92 sek hon rann í semifinaluni, var ongin ivi. Skal hon vinna seg upp á pallin, so verður væntandi neyðugt at nærkast 25 sek.

    Kl. 18:50 eigur Jónas Gunnleivsson Isaksen tørn. Hann rann seg trygt í finaluna við tíðini 22,43 sek. Hann átti fjórðbestu tíð í hálvfinaluni, men hann megi til væl meir, og tí verður spennandi at síggja, um hann kann koppa gullvinnaranum frá 100 m teininum.

    Kl. 19:10 er síðsta finala á degnum. Tá fer Rutt Hjelm Gregersen, sum rann ein flottan túr á 10.000 m sunnudagin, at royna seg á 5000 m. Rutt hevur runnið teinin uppá 18 min 47,00 sek í ár, og her er ikki óhugsandi, at hon ferð at bøta munndi um tað. Hvussu langt tað ferð at røkka í finaluni er ilt at siga, tí einans seks av teimum átjan luttakarunum hava runnið teinin í ár og harvið víst, hvat tær megna. Hesar hava runnið teinin millum knappar 17 min til góðar 20 m.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleVíkingur varpað úr meistarakappingini
    Next Article Svumu seg til tvær gullkrónur
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.