FM heitið er upp á spæl í Sørvági
Tríggir av teimum fimm dystunum í 25. umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum vera í kvøld. Veðurforsøgnin sigur, at líkindini at spæla fótbólt í kvøld vera heilt hampulig.
KÍ er á veg vestur til Sørvágs. Um tað eydnast klaksvíkingum at vinna fulla úrtøku, so verður FM heitið við í viðførinum norður aftur.
Hjá 07 Vsstur er dagsskráin at vinna fulla úrtøku ella eitt stig, so at liðið kann lyfta seg at vera røttu megin niðurflytingastrikuna.
Í fyrsta umfari vann KÍ 3-1, tá ið 07 Vestur var í Klaksvík, og 14. juni vann KÍ 4-0 í Sørvági.
NSÍ fær í kvøld vitjan av B36.
NSÍ spælir fyri at varðveita næstfremsta plássið og fyri at taka av í kappingini um FM, um klaksvíkingar kiksa í Sørvági. Higartil hevur NSÍ skorað 88 mál, og tað eru 11 mál upp til málmetið, sum KÍ setti í 2021.
Málmunurin hjá B36 er +3. Eftir 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi hevur B36 36 stig, og tað eru tvey stig fram til Víking, ið er á fjórða plássi, og sum sunnudagin fær vitjan av TB.
Í fyrsta umfari vann NSÍ 4-3 á heimavølli ímóti B36, sum var frammanfyri 3-1, inntil tað restaðu 20 minuttir. 15. juni endaði tað 2-2 í Gundadali, eftir at NSÍ tvær ferðir hevði verið á odda.
Í Gundadali fær HB í kvøld vitjan av B68. HB hevur 55 stig og stríðist fyri at fáa fatur á NSÍ, sum er næstfremst við 57 stigum. B68 er á sætta plássi við 24 stigum. Í fyrsta umfari vann HB 3-2 í Gundadali ímóti B68, sum eftir 38 minuttir var aftanfyri 3-0. 14. juni var Emil G. Pedersen tvífaldur málskjútti, tá ið HB vann 4-1 á Svangaskarði.
25. umfar
Fríggjadagin 3. oktober
NSÍ – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30
07 Vestur – KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00
HB – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30
Sunnudagin 4. oktober
Víkingur – TB: Heini Ziska Viðoy kl. 16.00
FC Suðuroy – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00
KÍ
24
20
4
0
80
15
64
NSÍ
24
18
3
3
88
29
57
HB
24
17
4
3
60
34
55
Víkingur
24
10
8
6
35
27
38
B36
24
10
6
8
39
36
36
B68
24
6
6
12
32
54
24
EB/Streymur
24
6
6
12
24
50
24
FC Suðuroy
24
4
2
18
23
63
14
07 Vestur
24
4
1
19
29
48
13
TB
24
2
6
16
24
78
12