Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Fólkatalið veksur nógv – og tað gera krøvini eisini
    News

    Fólkatalið veksur nógv – og tað gera krøvini eisini

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 12, 2025No Comments3 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Nes kommuna, ytst á eystara armi á Skálafjørðinum, er tann kommunan í landinum, har fólkavøksturin, hesi seinastu árini, hevur verið ein tann størsti í øllum landinum.

    Nýggjársdag í 2021 búðu 1.399 fólk í kommununi, men longu nú, hálvtfimta ár seinni eru tey blivin yvir 200 fólk fleiri, tí nú er fólkatalið komið upp á 1.610 fólk.

    Súni í Hjøllum, borgarstjóri, ásannar, at so stórur fólkavøkstur setur eisini stór krøv til kommununa.

    Tí hevur kommunan eisini brúkt nógva orku upp á at byggja trivnaðartænasturnar í kommununi út. 

    Í tí sambandi er frítíðarskúlin bygdur út so at pláss varð fyri meiri enn dupult so nógvum børnum, sum tað var. 

    Men í sama viðfangi var nulltiflokkur, sum eitur Samspíri, eisini fluttur úr barnagarðinum, yvir í frítíðarskúlan. Sostatt at nú verða tað eini 80 børn í frítíðarskúlanum.

    – Vit høvdu eisini væntað, at tað fór at verða neyðugt at byggja upp á barnagarðin, sigur Súni í Hjøllum.  

    Men hann sigur, at burðartalið í kommununi varð ikki heilt tað, tey høvdu væntað, og sostatt varð tann útbyggingin óneyðug – beint nú.

    Nú eru eini 120 børn í barnagarðinum, og fyribils er tað nokk av plássi, sigur borgarstjórin. Men hann leggur afturat, at tey eru greið yvir, at tað helst verður neyðugt at byggja meiri út.

    Í skúlanum hava tey eisini gjørt umfatandi umvælingar, eitt nú serstovurnar, tónleikastovurnar, útgerðin til svimjihøllina, og annað.

    Somuleiðis er ítróttarøkið uppstigað, ljósini eru nýggj, vøllurin verður nýggjur og skýlið verður bygt.

    Nógvar útstykkingar

    Súni í Hjøllum sigur, at tey hava eisini gjørt nógvar útstykkingar, bæði til sethús, og ikki minst til íbúðir. 

    Í løtuni verður ein stór útstykking fyrireikað til bæði sethús, men mest til íbúðir.

    Síðsta vakskeið vórðu einar 50 íbúðir, og útvið 30 sethús, bygd í kommununi og ætlanin er eisini at útvega eitt stórt tal á bústøðum í hesum valskeiðnum. 

    Eitt nú verður kanska pláss fyri útvið 100 á stykkinum sunnan fyri Svangaskarð, alt eftir, hvussu verður bygt. 

    Men Súni í Hjøllum heldur, at tað er komin eitt sindur av stígi í sethúsabygging.

    – Tað er so ómetaliga dýrt at byggja sethús, at rákið er tann vegin, at fólk vilja heldur byggja íbúðir, so so sleppa tey 1-1,5 millión bíligari, sigur hann.

    Sum heild sigur hann, at kommunan leggur stóran dent á, at kjarnuøkini í kommununi skulu virka, tað er skúli, barnaansing, eldrarøkt, vatn og kloakk, og annað.

    Nýtt trivnaðarøki og stórt listaverk

    Ein stór langtíðarverkætlan, tey eru í holt við, er at gera eitt trivnaðarøki við Rætt á Toftum. Tað verður eitt trivnaðarøki við sandstrond og hentleikum av øllum handa slagi, eisini til sjósvimjing, kajakrógving, og annað.

    Eitt stórt listaverk, sum Joe Cole ger, verður ein miðdepil í trivnaðarøkinum og í løtuni eru tey í ferð við at grundina, ella fótin til listaverki. 

    Fóturin er einar 50 fermetrar og sjálvt listaverki verður ein oyggj nakað úti í bátahylinum, sum fólk fara út á eftir eini brúgv. 

    Har verður ein fleiri metra høg installatión av basalti, kopari og glasi og so verður ljós ein partur av listaverkinum. 

    Joe Coel sigur, at endamálið er at skapa semjusøkjandi listaverk, har øll føla seg trygg og vælkomin.

    Listamaðurin er farin undir verkið og endamálið er at seta tað upp næsta vár.

    Annars er alt trivnaðarøkið ein langtíðarverkætlan, sum tað fer at taka nøkur ár at gera, kanska eini tvey valskeið, sigur Súni í Hjøllum.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleElsa umboðaði okkum við súkkling. Er nú við sum borgarstjóri
    Next Article Framkomnasta bindaríið í kongaríkinum er á Toftum
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.