Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi og ráðstevnu
    News

    Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi og ráðstevnu

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 21, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Sjónám er vertur, tá altjóða felagsskapurin International Association for Safety and Survival Training (IASST) savnast í Føroyum í 11.-13.september 2025 og í hesum sambandi verður ráðstevna hildin á Hilton Garden Inn við setninginum:“Sjóvinnuleiðsla við denti á trygdar- og trivnaðarmenning”

    International Association for Safety and Survival Training

    Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og vitanardeiling um, hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast – við leiðsluátøkum.

    Skráin fyri vitjanina:

    • Hósdagin 11.sept Aðalfundur hjá IASST-limum hildin á Sjónámi og vitjað verður hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.

    • Fríggjardagur 12.sept: Almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum innan trygd á sjónum, ið m.a. inniheldur verkstovu, har viðkomandi trygdarspurningar verða viðgjørdir.

    • Leygardagur 13.sept: Útferð og vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

    Hósdagin 11.sept Aðalfundur hjá IASST-limum hildin á Sjónámi og vitjað verður hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.

    Fríggjardagur 12.sept: Almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum innan trygd á sjónum, ið m.a. inniheldur verkstovu, har viðkomandi trygdarspurningar verða viðgjørdir.

    Leygardagur 13.sept: Útferð og vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

    Sjónám heldur at tíðin er búgvin til at trygd og trivnaður á sjónum verður umrøtt og tiltakið gevur ein pall fyri bæði íblástur og fakligt orðaskifti millum føroyskar og altjóða luttakarar.

    Innbjóðingar verða í næstu viku sendar út til reiðarí og sjóvinnuviðkomandi fyritøkur og stovnar. Kunning og skrá verða løgd út á heimasíðuna hjá Sjónámi og nøvnini á fyrilestrahaldarum verða kunngjørd í næstum.

    Sjónám fegnast um vertskapin og til at bjóða gestum úr øllum heiminum vælkomnum til eitt fjølbroytt og viðkomandi tiltak í hjartanum av Norðuratlanshavi.

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleRáðstevnan ’Vitan til varandi aling – VTVA 2025’
    Next Article Oyggjaleikir 2025
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.