Full semja í Løgtinginum um lestrarbústaðir – hóast tað eru fleiri trupulleikar
Tað er full semja í Løgtinginum um at gera bygningin á Eirargarði 2 um til lestrarbústaðir.
Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrismanninum um tað sama.
Tað merkir, at umframt at samgongan tekur undir við tí, tekur eisini øll andstøðan undir við tí.
Ætlanin er at geva Bústøðum ræðið á bygninginum í óavmarkaða tíð, tí so kunnu Bústaðir innrætta hann til einar 43-55 lestrarbústaðir.
Men Rættarnevndin ásannar, at tað eru fleiri forðingar á vegnum.
Av tí, at Eirargarður 2 er partur av sjúkrahúsøkinum, ber ikki til at frámatrikulera bygningin og undirlendið, og av tí sama kann Húsalánsgrunnurin ikki yvirtaka bygningin sum sína egnu ogn.
Ein frámatrikulering hevði avmarkað virkismøguleikan hjá Sjúkrahúsverkinum og tað hevði eisini fingið avleiðingar fyri til framtíðar útbyggingar.
Tað ber heldur ikki til at lata, ella selja, bygningin, uttan at undirlendið fylgir við.
Ein møguleiki er at leiga Húsalánsgrunninum bygningin, men sambært matrikkullógini kann tað bara gerast í eitt 10-ára skeið.
Tað er ov stutt tíð til, at Húsalánsgrunnurin kann fáa verkætlanina at hanga saman fíggjarliga.
Sambært tinglýsingarlógini ber heldur ikki til at stovna bygningin sum ein bygning á leigaðum øki, tí talan er um eina samlaða ogn.
Ein onnur avbjóðing er, at Sjúkraflutningstænastan heldur til í niðastu hædd í bygninginum, og hon skal eftir ætlan halda fram við at vera har.
Hetta setir krøv til til- og frákoyringina á økinum, og eisini setir hetta krøv til parkeringsviðurskiftini.
Sostatt mugu parkeringsviðurskiftini viðgerast saman Landssjúkrahúsinum.
– Viðurskiftini í samband við nýtslurættin verða avtalað ímillum Heilsumálaráðið og Umhvørvismálaráðið, men Sjúkraflutningstænastan skal ikki rinda leigugjald fyri nýtslurættin, staðfestir Rættarnevndin
Ein onnur avbjóðing er, at í sambandi við at byggisamtyktin skal broytast, ber ikki til at siga við vissu, hvat niðasta hæddin fer at verða brúkt til, skuldi tað hent, at Sjúkraflutningstænastan einaferð flytur út.
– Landsstýrið hevur gjørt av at loysa hetta málið soleiðis, at Húsalánsgrunnurin, við eini løgtingslóg fær ræðið á bygninginum í óavmarkaða tíð, men bygningurin verður tó framvegis verandi ogn hjá Føroya landsstýri, staðfestir Rættarnevndin
– Sostatt er talan um eina serskipan, ið skal gera tað møguligt at fremja ætlaðu verkætlanina skjótt, sigur ein samd Rættarnevnd.