Fýra verkætlanir um havgransking hava fingið stuðul
Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.
Tað komu 12 umsóknir til freistina 17. februar 2025. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.
Faknevndin hevur grundað sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.
Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:
AXIS – An extended time series of deep overflow: how variable is the AMOC?
Verkætlanarleiðari: Camilla S. Andersen, GEUS Samstarv millum GEUS, Havstovuna, Jarðfeingi og Norges arktiske universitetJáttan: 3.597.718 kr.
GL Halibut – Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut
Verkætlanarleiðari: Daniel Estévez Barcia, Grønlands NaturinstitutSamstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og HafrannsóknastovnunJáttan: 3.553.450 kr.
MeDNA – Tracking spatial and temporal distribution of marine mammals in the Atlantic Arctic with environmental DNA
Verkætlanarleiðari:Anni Djurhuus, Fróðskaparsetur FøroyaSamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og Aarhus UniversitetJáttan: 3.597.693 kr.
REDADVANCE – Harnessing genomics to improve future sustainable management of redfish on theRidgegyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity
Verkætlanarleiðari: Einar Eg Nielsen, DTU AquaSamstarv millum DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, Havrannsóknastófnun, Havforskningsinstituttet og Universitetet i Agder.Játtan: 3.598.686 kr.