Hagstovan hevur kannað árligu pylsumongdina í Føroyum

Nú er summarið av álvara komið til Føroya. Nógv hava óivað støvað grillurnar av og grillað í hesum sóldøgum.

Hagstovan hevur kannað hvussu nógvar pylsur føroyingar eta, og tað sær úr til at pylsur eru ógvuliga vælumtøktar.

Hagstovan skrivar á teirra Facebook-vanga

-Nú merkist summarið av álvara og fleiri okkara hava longu lagt grillpylsurnar á grillina

Vit eta ikki so fáar pylsur í Føroyum.

Í øllum førum innfluttu vit knapt 300 tons av pylsum í fjør

Pylsur finnast í fleiri støddum og skapum Men rokna vit allar pylsurnar í fjør um til støddina á grillpylsu, sum vigar 80 gram, svarar hetta til 69 pylsur í part

Gott summar og vælgagnist!