Hava vunnið gull og silvur í bogaskjóting
Bogaskjúttarnir eru í trimum finalum og tveimum bronsufinalum í dag í oyggjaleikunum í Orknoyggjunum.
Hjá monnum compound verður av álvara spenningur, tá Nikkel og Jóannes skulu í finaluhólmgongu – so her hava Føroyar longu tryggjað sær bæði gull og silvur. Bogi skal skjóta um bronsuna hjá compound-monnunum, so møguleiki er fyri, at tríggir føroyingar enda á sigurspallinum.
Hjá compoundkvinnunum er Anja í finaluni.
Hjá recurvemonnum er Hans Petur í finaluni, og hjá kvinnunum skal Pernille skjóta um bronsuna.