Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Havstovan í altjóða verkætlan um termohalina rákið
    News

    Havstovan í altjóða verkætlan um termohalina rákið

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 20, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Í vár fekk Havstovan játtað pening frá ES um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er. Arbeiðið hjá Havstovuni verður at kanna rákið tvørtur um Íslandsryggin og rákið í Hetlandsrennuni. Søkt verður eftir granskara at arbeiða við hesum.

    ES verkætlanin EPOC (Explaining and predicting the ocean conveyor) byrjaði í 2022, og í henni luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar. Fleiri av hesum stovnum máta styrkina í termohalina rákinum aðrastaðni í Atlantshavi, eitt nú við 26°N millum Kanarisku oyggjarnar og Florida og norðuri við Fram sundið millum Grønland og Svalbard. Men ongin teirra mátar á Grønland-Skotland rygginum, sum Føroyar jú liggja á. EU er tó farið undir eitt víðkanar átak, ið kallast Hop-on, har til ber hjá ávísum londum at søkja um at fara uppí verkætlanir, sum longu eru fíggjaðar. Endamálið er bæði at styrkja granskingarførleikar í ávísum londum og verandi verkætlanir, um hetta gagnar verkætlanini. Tískil stóð tað Havstovuni í boði at søkja um luttøku í EPOC verkætlanini, soleiðis at verkætlanin bleiv víðkað við mátingum frá Grønland-Skotland rygginum.

    Upprunaliga var ætlanin at Havstovan skuldi fara í gongd við hetta arbeiði í vár, men vegna tøkniligar trupulleikar í skipanini hjá ES hevur tað drigið út við at seta skjøtul á. Nú er komið so væl áleiðis, at lýsast kann eftir fólki til verkætlanina, umframt at Jákup Sverri var undir Íslandi í juni í sambandi við verkætlanina, har fyrstu streymmátararnir vórðu lagdir út.

    Søkt verður eftir havfrøðingi ella granskara við líknandi útbúgving. Starvslýsingin sæst her.

    Kelda: hav.fo

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleHarðskapsmál í Nólsoy
    Next Article Danmark vil økja stuðulin til Frontex
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.