Heilsuhjálparafelag Føroya – Væleydnað temakvøld
Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið skipaðu fyri temakvøldi hóskvøldið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Evni á temakvøldinum var sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Margit Stórá, landsstýriskvinna greiddi frá um nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvið, og Erling Fles sálarfrøðingur, hevði framløgu um sama evni.
Væl av fólki møttu, og vóru framløgurnar sera góðar og viðkomandi.
Vit fegnast um, at landsstýriskvinnan hevur arbeitt fyri, at fáa kunngerðina setta í gildi.
Fakfelagssamstarvið hevur eisini havt ein aktivan leiklut í, at tað er komið hartil.
Sum landsstýriskvinnan vísti á í sínari framløgu, hava allir partar, starvsfólk og leiðsla ábyrgd av, at arbeiðsumhvørvið er í lagi.
Karmarnir hevur leiðslan ábyrgdina av, men gerandisdagin hava øll samábyrgd fyri.
Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið er undir trýsti á heilsu- og umsorganarøkinum og ein tann størsta orsøkin er starvsfólkatrotið og stóru demografisku avbjóðingarnar, at vit gerast fleiri eldri, samanborið við fólk í arbeiðsførum aldri.
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelag Føroya vísti á í sínari innleiðing, at mann eigur at hugsa um, at gera arbeiðsplássmeting (APM) innan eldraøkið við lóg, hetta er avgjørt nakað, mann politiskt eigur at raðfesta sum næsta stig, nú kunngerðin er komin.
Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið