Heimavøllurin verður í Gibraltar

teir báðar landsdystirnar, sum verða fyrst í næsta mánað.

Fríggjadagin 5. september verður Kroatia gestur á Tórsvølli, og mánadagin 8. september fara Føroyar at spæla á útivølli ímóti Gibraltar.

Higartil hevur tað verið ógreitt, um tað fór at bera til at spæla í Gibraltar. Orsøkin er tann, at Victoria stadion er undir umbygging. Tað er har, at Gibraltar vanliga hevur spælt sínar heimadystir.

Tá ið Gibraltar 6. juni hevði vitjan av Kroatia, sum vann 7-0, var heimavøllurin Estádio Algarve í Faro Loulé í Portugal

Víkingur spældi fyrr í summar í Champions League ímóti Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Tá var heimavøllurin har suðuri í Gibraltar á Europa Point Stadium. Har er graslíkisvøllur, sum føroyska kvinnulandsliðið eisini hevur spælt á.

Fótbóltssambandið í Gibraltar hevur lagt nógv fyri í roynd at fáa  Europa Point Stadium góðkent at spæla HM undankappingardystin á. Higartil hevur tað verið óvist, um tað fór at eydnast. Tað hevur havt við sær, at tey, sum í Føroyum selja ferðaseðlar til landsliðsferðina, ikki hava vitað, um dysturin fór at verða í Portugal ella í Gibraltar.

Nú skilja vit, at graslíkisvøllurin á Europa Point Stadium er góðkendur at hýsa HM undankappingardystinum millum Gibraltar og Føroyar.