Hetta er fyrsta stigið í einum sterkum mótmæli.

At tala er silvur, at tiga er gull, eru okur upplærd við…

Er tað neyðugt at siga nakað?

Tey, sum ikki hava fingið við, at støðan er ótolandi, broyta ikki meining, tí at eg ella onkur annar fara at brúka eina rúgvu av orðum at lýsa eina støðu, sum hvørt mansbarn longu kennir.

Kanska sterkasta mótmæli í dag er at møta upp og einki siga?

Tøgnin kann eisini hava ein sterkan boðskap!

Okur eru kend fyri at vera orðarík her suðuri – nú skulu okur handla, so okur ongantíð aftur koma í hesa støðu!

….

Hetta er fyrsta stigið í einum sterkum mótmæli.

Annað stigið er undirskriftainnsavnan, ið fer at liggja í hvørjum handli, har tey, ið av ymiskum orsøkum ikki eru her í dag, hava møguleikan at skriva undir mótmælisskriv.

Triðja stigið er, at tá okra elskaði Smyril kemur aftur, fara okur øll norður í Tinganes at mótmæla viðferðina av nærum 1/10 parti av Føroya fólki – suðuroyingum!

Søgan lærir okkum – at longu í 1895 lat J. Mortensen fyrsta Smiril byggja í Svøríki í 1895, hesin fór í regluliga sigling í millum stórbygdirnar í Føroyum.

Fyri 120 árum síðani høvdu okur ferðamannaskip her suðuri, ið megnaði at røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð, og tað hava okur ikki í 2025.

Í 1917 yvirtekur tað almenna siglingina, okur hava havt fleiri Smyrlar, og okur eru øll góð við Smyril.

Trupulleikin er, at alt eg minnist, hava verið avbjóðingar, tá Smyril skal í dokk og hvussu ber tað til?

Ár eftir ár hava okur  fingið avloysaraskip, hvørt verri enn annað – óhóskandi dangur!

Er tað so trupult, ja, ómøguligt at skaffa eitt avloysingarskip sum er nøktandi?

Ja – tað tykist tað at vera, tí hóast SSL fekk boð fyri umleið einum ári og átta mánaðum síðani, áðrenn Smyril skuldi í dokk, at finna eitt hóskandi skip at leiga, so vísti tað seg ikki at vera møguligt at fáa eitt hóskandi skip.

SSl kom so við uppskoti um at keypa Volcane de Taburiente í summarfrítíðini 2024 fyri 250 milliónir, har boðið skuldi inn innan eina viku, tí aðrir keyparir vóru um boðið.

Tað fall tíverri fyri bakka orsakað av tíðarfreistini og feriutíð í Løgtinginum, verður sagt.

Og tað er spell, vit kundu gott havt gagn av hesum skipi, ið sigst hava verið í betri standi enn Smyril og eisini er yngrri og størri. Har vóru vit óheppin, at tað var í feriutíð, so Løgtingið ikki var savnað – ikki tí, tað hevði neyvan verið lætt at fingið eina so stóra játtan uppá eina viku í Løgtinginum til Suðuroynna…

Okur eru ikki samlaði her í dag fyri at kasta skuld á ávísar persónar, politikarar ella flokkar – men fyri at gera vart við støðuna, so tað ongantíð hendir aftur.

Okur eru upp móti 10% av fólkunum í Føroyum, og okur skulu hava javnbjóðis rættindi við onnur, tá talan er um infrakervið.

Øll Suðuroyggin bløðir hesar vikurnar – tey rørlsutarnaði, sjúku og  gomlu.

Lítið hevur verið at hoyrt um tey krabbameinsraktu, ið skulu ferðast aftur og fram til viðgerðar hvørja viku ella triðu hvørja viku í óvissu um, nær tey sleppa heimaftur, og ongastaðni er fyrireikað stað til tey at hvíla og bíða, til báturin siglur aftur eftir harða viðgerð.

Her er ein frásøgn frá einum krabbameinsraktum borgara, ið  lýsir, hvussu støðan er hjá krabbameinsraktum, nú ferðaætlanin er broytt orsakað av Galaxy:

“Eg eri krabbameinsrakt og noyðist tí ofta til Havnar til viðgerð, til skanning og at fáa svar upp á skanningina. Viðgerðin eigur lívið í mær og øllum krabbameinsraktum suðuroyingum. Henda viðgerð kann ikki gevast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tá Smyril er her, so eru tey (starvsfólk á onkologisk amb) røsk at leggja viðgerðartíðina soleiðis, at ein kann fara norður kl. 7 og suður aftur kl. 13.

Nú skal ein norður kl. 6 og suður kl. 17.30. (Um skipið yvirhøvur siglur!)

Hetta eru sera nógvir tímar, serliga tá ein verður ússaligur av viðgerðini. Vit hava ongastaðni at fara allar hesar tímarnar, so endar ein oftast í SMS fyri at koma undir tak – men tá ein er ússaligur, er hetta als ikki gott nokk. Eg havi fingið viðgerðir 3. hvørja viku og hvørja viku – eg prísi meg lukkuliga fyri, at eg ikki fái viðgerð hvørja viku longur, tí við hesum skipinum virkar tað heilt ómøguligt. Hetta var so ein annar vinkul enn fyri teimum, sum eru ómobil – tí tað eru nógvar “ósjónligar” sjúkur, sum krevja viðgerð ella kontrol á Landssjúkrahúsinum.”

Alt hetta er óvirðiligt og ikki sømuligt.

Eisini tað, at ikki er smidligari hjá rørslutarnaðum og sjúkum at koma umborð, tungt er at koma upp gjøgnum brøttu, longu trappurnar, og ongin virðilig lyfta er. Vit hava øll sæð óverdugu myndirnar og hoyrt søgurnar…

Okkara ungdómur og ítróttarfólk líða undir broyttu, avlýstu ferðaætlanini, ið ikki samsvarar við bussleiðirnar og førir til, at alt kostar nógv meira fyri ítróttarfeløgini nú! Og so eisini óvissan í ferðingini og tørvurin á yvirnátting, tí ongin farleið er. Ikki at tala um tey, ið er úttikin til landsliðið, teirra støða er heilt órímulig. Her er ein frásøgn:

“Sum ítróttarfólk, sum eisini er á landsliðnum, krevur tað, at mann ofta skal norðureftir til dyst og landsliðsvenjingar. Av tí sama missur mann skúlagongd, og mann brúkar nógva tíð uppá at ferðast. Nú tá ið mann hevur fingið eitt avloysaraskip, sum ikki megnar at røkta leiðina, ger tað, at mann missur upp aftur meira.

Tað er ongin vissa, at hann kann sigla altíð, tí krevur tað, at mann í nógvum førum skal norður dagin fyri, fyri at tryggja sær at sleppa norður yvirhøvur. Nógv, sum eg eri á landsliðnum saman við, kunnu fara til venjing aftaná skúla og so heim aftaná, meðan eg má brúka meira enn eitt samdøgur fyri at sleppa norður og heimaftur. Við Smyrli var mann í minsta lagi sikkur uppá at sleppa til og frá venjing.”

Allan Smedemark, ið hevur verið Samskipari og høvuðsungdómsvenjari hjá TB og fyriskipari av Fótbóltsskúlanum í 23 ár, sigur soleiðis um støðuna:

“Hetta hevur verið reint kaos viðv. ítróttinum. Eg visti tað frammanundan, tí soleiðis var eisini síðst. Okur høvdu eina vón um at myndugleikarnir hugsaðu um okkum hesuferð, men so var ikki. Við Galaxy so kundu okur tað sama bara melda okkum úr øllum kappingum. Órímiliga langir dagar hjá børnum, ringt at fáa foreldur við at koyra, stórar eyka útreiðslur og altíð við einum iva, um mann sleppur heimaftur. Foreldur lata ikki børnini fara norður til kappingar og dystir. Lið norðanfjørðs koma ikki suður, tí skipið er fult osfr. osfr. Ferðaætlanin, sum er løgd, er upp á ongan máta løgd til fyrimuns fyri okkum her, sum brúka leiðina mest.”

Og veruleikin er jú, at Galaxy tekur max 350 ferðafólk, meðan Smyril kann taka upp móti 975 ferðafólkum. Galaxy tekur 140 bilar, og Smyril tekur 200 bilar. Galaxy hevur ongar stabilisatorar, og tí rullar hann so illa, Smyril hevur stabilisatorar, ja, tað er so nógv, sum manglar í, serliga skerdu túrarnir og so allar avlýsingarnar.

Vinnulívið er hart rakt, missa nógvar handilsavtalur, kundar, pening, og tað vísa allar vinnulívskreftir á her suðuri.

Alt skúlaverkið følir sviðan, bæði tey, sum koma norðanifrá og suður, og tey, sum taka hægri lesnað í Havn og ikki kunnu møta javnmett við onnur lesandi í fleiri vikur orsakað av broyttu og skerdu ferðaætlanini og tískil bara kunnu taka eina av fleiri lærigreinum, ið tey høvdu ætlað í ár. So ómetaliga nógvar søgur eru frá lesandi, ið eru bundin av at møta upp í Havn, um, hvussu illa veit við, orsakað av manglandi regluligari samferðslu.

Persónliga kostar støðan øllum, eisini peningaliga. Longri dagarnar í Havn kosta, og avlýsingar kosta hotel og so øll tíðin, sum er ein “bíðitíð”!

Trivnaðurin, tryggleikin og gleðin hjá suðuroyingum er vend til sorg og sút – fólk eru kedd og ill yvir vánaligu samferðsluna, og tað er tí, vit samlast her – hetta skal steðga, og vit skulu aldrin í hesa støðuna aftur!!!

Okur mótmæla niðurgerðing,  niðurprioritering, vanbýti og fosturlandsháðan.

Hetta eru ikki suðuroyingar, sum grenja. Hetta eru okur, sum krevja tað mest grundleggjandi: Eina tryggari og virðiliga farleið.

Hetta er ikki ein fyrimunur, hetta er ein rættur. Okur krevja ábyrgd. Okur krevja virðing. Okur krevja eina loysn!

Eg fari at lesa ein mail, eg fekk frá FC Suðuroy, hvat ítróttarfelagið vil gera vart við:

“Okur í FC Suðuroy vilja gera vart við tær avbjóðingar, ið felagið og okkara limir hava í sambandi við ferðasambandið millum Suðuroynna og meginøkið. Trupulleikarnir hava verið sera sjónligir, nú Galaxy varð sett inn sum avloysaraskip. Hetta hevur havt við sær:

• Óvissu og avlýsingar, sum gera tað sera trupult at leggja ætlanir fyri dystir og venjingar uttan fyri oynna.

 • Óhóskandi umstøður til leikarar og venjarar, bæði viðvíkjandi ferðatíðum og plássi umborð.

 • Ótryggleika fyri ungdóms- og barnaflokkarnar, har foreldur og venjarar skulu kunna lita á, at ferðing er trygg og álítandi

 • Fíggjarligar avleiðingar fyri felagið, tá ferðingar verða longdar ella avlýstar.

 • At tað er sera torført at fáa alt at ganga upp við venjingum, dystum, arbeiði, skúlagongd og familjulívi, tá ferðasambandið ikki er álítandi.

Sum ítróttarfelag eru vit sera bundin av einum tryggum og álítandi ferðasambandi. Ítrótturin í Suðuroy hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá bæði børnum, ungum og vaksnum, og eitt óstøðugt ferðasamband ger arbeiðið hjá okkum nógv torførari.

Vit heita tí á tykkum um at:

1. Tryggja eitt stabilt og álítandi ferjusamband millum Suðuroynna og meginøkið.

2. Greiða frá, hvussu ætlanin er at loysa trupulleikarnar við Galaxy, soleiðis at feløg og borgarar í Suðuroy kunnu hava álit á, at ferðasambandið riggar.

3. Lýsa, hvørjar varaloysnir eru, tá Smyril er burtur úr sigling. Vit vóna, at hetta verður tikið í álvara, tí hetta rakar ítróttarlívið og trivnaðin í allari oynni. Vinarliga, FC Suðuroy.”

Eg vil enda røðu mína við at lesa mótmælið og heita á øll at skriva undir mótmælisskrivið, ið vit øll fara at handa løgmanni Aksel V. Johannesen og landstýrismanninum í Fiskivinnu- og samferðslumálum Jóhan Christiansen, og so vóna vit, at okkara neyðarróp verður hoyrt, og vend kemur í og vit fáa javnbjóðis samferðslu við restina av Føroyum:

Mótmælisskrivið:

Mótmæli av samferðsluni um Suðuroyarfjørð í 2025

Mótmæli av samferðsluni um Suðuroyarfjørð í 2025

Vit mótmæla óhóskandi samferðsluna um Suðuroyarfjørð.

Vit mótmæla óhóskandi samferðsluna um Suðuroyarfjørð.

Samferðslan er óstøðug og ótíðarhóskandi. 

Samferðslan er óstøðug og ótíðarhóskandi. 

Vit krevja, at hetta óskilið, sum nú er, meðan Smyril er undir umvæling, ongantíð hendir aftur.

Vit krevja, at hetta óskilið, sum nú er, meðan Smyril er undir umvæling, ongantíð hendir aftur.

Vit krevja tíðarhóskandi samferðslu um Suðuroyarfjørð, so vit kunnu liva og virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í Føroyum.

Vit krevja tíðarhóskandi samferðslu um Suðuroyarfjørð, so vit kunnu liva og virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í Føroyum.

Vit  krevja, at avvarðandi myndugleikar her og nú gera ábøtur, ið kunna bøta um støðuna.

Vit  krevja, at avvarðandi myndugleikar her og nú gera ábøtur, ið kunna bøta um støðuna.

Vit krevja somu sømdir fyri Suðuroynna sum fyri restina av Føroyum.

Vit krevja somu sømdir fyri Suðuroynna sum fyri restina av Føroyum.

– –

Ja, samferðslu og útbygt innfrakervi, so okur í suðuroynni eru javnt stillaði við onnur í landinum,

Hetta eru ikki suðuroyingar, sum grenja. Hetta eru okur, sum krevja tað mest grundleggjandi: Eina tryggari og virðiliga farleið. Hetta eru ikki framíhjárættindi, hetta er ein rættur. Okur krevja ábyrgd. Okur krevja virðing. Okur krevja eina loysn!