Hetta er fyrstu ferð, tí gleði eg meg serliga nógv!

Felag? Havnar Badmintonfelag.Hvussu leingi hevur tú vant badminton?Eg havi vant badminton í 11 ár. Hvat dámar tær best við badminton?Tað er ferðin og intensiteturin í spælinum. Tað krevur bæði at man hugsar skjótt og er kropsliga væl fyri. Eisini dámar mær væl kensluna, tá ein góður bóltur eydnast, og tá man veruliga fær spælt seg upp á eitt gott støði.Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?Tað er single.Hvat er títt yndis slag?Ein finta á forbananum, har man ordiliga kann snýta mótspælaran.Hvør er tín fyrimynd innan badminton?Mín fyrimynd er Anders Antonsen, tí mær dámar væl spælistílin og persónligheitina hjá honumHvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?Tað er fyrstu ferð, at eg skal vera við á oyggjaleikunum, so tað kennist sera gott at fáa ein kjans at hjálpa liðnum og umboða Føroyar.Hvat hevur tú sett tær sum mál til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?Tað er at geva mítt allarbesta í hvørjum dysti og vísa tað arbeiðið, eg havi lagt í fyrireikingina. Men eisini at njóta upplivingina.Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?Eg gleði meg serliga nógv til liðkappingina. Tað er nakað annað at vera ein partur av einum liði, har vit stríðast saman og stuðla hvørjum øðrum. Tað gevur ein heilt serligan stemning og samanhald, sum eg síggi fram til at uppliva á Oyggjaleikunum.