HEYSTMARKNAÐURIN 2025 NÆRKAST

August nærkast sínum enda og heystið er í hondum. Hetta merkir sjálvandi, at sera væl umtókti Heystmarknaðurin á Tvøroyri nærkast av álvara.

Sum kunnað varð um, beinanvegin eftir væl eydnaða Heystmarknaðin í fjør, so verður marknaðurin í ár, leygardagin hin 18. oktober.

Seglloftið og havnalagið verða karmar um tiltakið, har fólk kunnu ogna sær forkunnugan føroyskan mat, heimagjørd pløgg, prýði og annað tílíkt.

Tað er ókeypis at vera við, men treytin er tó, at tað, ið selt verður, skal vera heimagjørt – antin tað er plagg, matur ella prýði. Heystmarknaðurin er ikki ætlaður sum ein loppumarknaður.