Hummara í hondina á Paz

Paz, nýggja matstovan, sum uppá onga tíð fekk heilar tvær Michelinstjørnur, bjóðar í morgin nakað heilt serstakt og áhugavert at byrja ólavsøkuna við.

Matstovan lýsir nevniliga við einum tiltaki sum tey kalla “Hummara í hondina”

Afturat hummaranum fær ein bæði krabba, jákupsskel og rækjur, alt í einum brioche bolla. Prikkurin yvir i’ið er eitt glas av kitlandi boblum.

Doctor Jakobsensgøta verður stongd fyri ferðslu.

Paz fer tí at seta borð og benkur uttanfyri, so teirra gestir fáa bukkað beinini, notið matin, brúsandi vínið og selskapið.

Byrjað verður kl. 15.00 og halda tey fram heilt til kl. 21.00, ella til einki er eftir.

Les alt um tiltakið á Facebook-vanganum hjá Paz her