Hvussu var at vera fosturforeldur

Innbjóðing til fyrrverandi fosturforeldur: Hvussu var at vera fosturforeldur?

Í samband við, at fosturforeldrafelagið ger spurnarkanning millum fosturforeldur, sum

skal lýsa hvussu tað er at vera fosturforeldur, hava vit fingið áheitan frá fyrrverandi

fosturforeldrum um, at tey eisini fegin vilja geva sítt íkast til kanningina.

Mikukvøldið 1. oktober kl. 19.30 bjóðar fosturforeldrafelagið tí øllum fyrrverandi

fosturforeldrum til tiltak í Havn, har tey kunnu koma til orðanna. Hetta tiltak er bæði fyri

tey, sum hava havt børn til fosturs og umlætting.

Vit vóna, at nógv fyrrverandi fosturforeldur hava hug at vera við, soleiðis at teirra vitan,

royndir og hugsanir verða partur av arbeiðinum við at betra um umstøðurnar hjá bæði

fosturbørnum og fosturforeldrum.

Send okkum ein teldupost á [email protected] ella ein sms á tlf 289009,

um tit hava hug at koma á tiltakið.

Um tit ikki hava møguleika at vera við á tiltakinum, men kortini vilja geva tykkara íkast,

so hoyra vit eisini fegin frá tykkum á telduposti ella sms