Ísrael innkallar 60.000 eyka hermenn
Ísraelski herurin sigur, at teir hava inkallað umleið 60.000 eyka hermenn, undan einum ætlaðum álopi fyri at hertaka allan Gazabýin.
Ein hernaðarembætismaður segði, at teir eyka hermennirnir, skullu melda seg til vakt í september, og at flest teirra, sum verða mobiliseraðir til álopið, skuldu vera virkin starvsfólk.
Teir leggja afturat, at hermenn longu virka í Zeitoun og Jabalia økjunum, sum liður í fyrireikingunum til ætlanina, sum er góðkend av verjumálaráðharrin, Israel Katz, og sum verður løgd í trygdarráðið seinni í vikuni.
Hundraðtúsundtals palestinar í Gaza City, fara at fáa boð um at rýma og, fara í skjól í Suðurgaza.