Jákup á Borg – Vit vilja vinna gull í vikuskiftinum

Í morgun vitjaði Jákup á Borg aftur í Pingvinkaffi í Kjartansstovu, har hann heilsaði upp á tey mongu, sum vóru komin saman at venda bæði støðuna í felagnum, við einum smíli og góðum práti.

Sum ítróttastjóri hjá felagnum nýtti hann eisini høvi at greiða frá, hvørjar ætlanir hann og felagið fara at arbeiða við – bæði næstu vikurnar og næstu árini

Fyrst ræður um at fáa gullmerkini til høldar í ungdómssteypafinalunum á Tórsvølli um vikuskiftið – og sunnudagin kunnu kvinnurnar spæla seg í finaluna í minni steypukappingini, og menninir spæla grannadyst ímóti HB