Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Kaj Leo stovnar felag fyri koyristólsbrúkarar
    News

    Kaj Leo stovnar felag fyri koyristólsbrúkarar

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 19, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Løgtingslimur og fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen er vorðin koyristólsbrúkara.

    Orsøkin til tess er, at hann fekk diagnosuna CIDP.

    Hettar er kronisku inflammatoriskur nervabruni, og er tað ein autoimmunur tilstandur.

    Kaj Leo letur seg tó ikki sláa so lætt út, og er enn sera virkin.

    Hann hevur, sum fleiri miðlar hava skrivað um, gjørt av at stovna eitt felag fyri koyristólsbrúkarar.

    Í næstu viku verður so stovnandi aðalfundur, við setan av never.

    Eitt skriv á hansara Facebook-vanga fyrradagin vip myndum av Tórsbreyt, vísti at eitt tílíkt felag er kærkomið í Føroyum.

    Illa ber til at koyra út á rennibreytuna tí kanturin er alt ov høgur. So hóast wc eru til avlamin, so er ikki heilt so líkatil at koma fram allastaðni.

    – Øll og eg meini øll sum sita í koyristóli altíð, ella í styttri tíðarskeið, skulu fáa tað lættari.

    Vit arbeiða fram ímóti, at vit í Føroyum gerast millum heimsins vinarligastu koyristólsbrúkara lond, og allir føroyingar í koyristóli skulu kenna og vita, at tað er so.

    Takk til Megd og Javna, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.

    Kaj Leo greiddi soleiðis frá sjúkuni í Sosialinum 23. august í fjør:

    – Eg hevði ein skaða í rygginum frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurðviðgera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið, segði hann við Sosialin.

    Skurðviðgrðin eydnaðist væl, men hann hevur í dag skerdan førleika.

    Hann heldur, at upprunin til sjúkuna er ryggskaðin, sum er komin frá hansara tíð sum málmaður í fótbólti.

    – Eg byrjaði at kasta meg sum 7 ára gamal. Tá var tað grúsvøllur, so eg bløddi til næstan hvørja venjing. Tað var hart fyri likamið, og tað betalir man so ein prís fyri í dag. Men eg hevði ikki viljað verið ta gleðina og tann kammeratskapin frá fótbóltinum fyri uttan, segði hann tá.

    -Tá tú ert komin í koyristól, so kann tú líka so væl gera tað soleiðis, at tú ikki bert verður góður men sera góður at brúka ein koyristól, sigur Kaj Leo

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleÁ veg av landinum við stolnum amboðum
    Next Article Trump er hildin at hava sent eitt føðingarkort til Epstein
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.