Kappróðrarveðrið

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum í støðum og yvirhøvur turt.

Í kvøld fer hann at mala av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum kanska mjørki. Fram ímóti morgni kemur hann sunnaneftir. Hitin 11 til 14 stig.

Týsdagin – ólavsøkudag

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 11 til 15 stig.

Mikudagin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, í støðum mjørki.

Út á seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og um náttina upp í vestan. Seinnapartin og frameftir skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin 11 til 15 stig.

Hósdagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina útnyrðingur. Hitin 9 til 13 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 m/s.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt.

Um kvøldið frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Um náttina støkkur hann vesturum. Hitin 10 til 13 stig.