Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøguleikar

LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: onnur á

Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar

eru settir á skrá í næstu viku.

Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða

klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður

gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa

eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.

Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis

tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til

góðar.

Lýsing av bústaðarverkætlanunum

  • Hamarin á Argjum: Tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum.

Hamarin á Argjum: Tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum.

Íbúðirnar eru millum 105 og 120 brutto m² við ymiskum rúmmøguleikum.

Harumframt verður eitt felagshøli til íbúgvarnar.

  • Við Sandin í Klaksvík: Ein bygningur í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041

Við Sandin í Klaksvík: Ein bygningur í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041

m² býtt upp í íbúðir á 56 til 105 brutto m².

Kunnandi tiltøk

LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um

bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:

  • 2. oktober kl. 18-19

2. oktober kl. 18-19

Kunningarfundur um bygningin Við Sandin í Klaksvík verður í Varpinum. 

  • 3. oktober kl. 18-19

3. oktober kl. 18-19

Kunningarfundur um bygningin á Hamrinum á Argjum verður í Hotel Hilton í

Havn.