Leita eftir 14 ára gamlari gentu

Løgreglan leitar nú eftir eini 14 ára gamlari gentu. Seinast nakar visti um hana var á midnátt hóskvøldið, tá ið hon var stødd í miðbýnum í Havn, ella har um vegir.

Talan er um Maiu Amandu Sørensen. Maia Amanda Sørensen er 14 ár og er 172 cm høg. Hon hevur sítt, svart, slætt hár. Hon var í eini hvítari, bundnari troyggju og svørtum buksum.

Løgreglan heitir á tey, sum vita nakað um gentuna at siga, um at ringja til løgregluna.