Meiri enn helmingurin er skiftur út
Eyðun Klakstein landsliðsvenjari segði, tá ið hópruin til dystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar varð úttikin, at hann fór at brúka heilt nógvar spælarar, og tað heldur hann seg av álvara til.
Fríggjakvøldið í 1-0 tapinum ímóti Kroatia vóru 16 spælarar á vøllinum, og í kvøld eru seks nýggir millum teir fyrstu ellivu, tá ið sammett verður við fríggjakvøldið ímóti Kroatia.
Nýggir eru Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Martin Agnarsson, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Teir avloysa Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, sum er leikbannaður, Viljorm Davidsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen og Meinhard D. Olsen.
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð – Páll A. Klettskarð