Milliónirnar hava kós ímóti Gibraltar

Tað endaði við 3-2 heimatapi, tá ið Víkingur í kvøld átti heimavøll í europeisku meistarakappingini ímóti Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at útlendskt lið fer úr Klaksvík við sigri í Champions League dysti.

Mest sum allan seinna hálvleik royndu víkingarnir at svara aftur, eftir at teir undan steðginum vóru aftanfyri 3-2. Tað vóru fleiri spentar støður, og málverjin hjá gestunum stórbjargaði, tá ið Jákup Johansen royndi seg úr heilt stuttari fjarstøðu, men tað eydnaðist ikki víkingunum at javna.

Úrslitið ber við sær, at heimaliðið verður er favorittur at fara víðari í kappingini við øllum milliónunum, sum tað ber við sær. Um Víkingur skal venda hóttandi samantalda tapinum, so verður neyðugt um eina viku at hava hugburðin og ágrýtni frá seinna hálvleiki í kvøld, og at syrgja fyri at mistøkini í fyrra hálvleiki í kvøld ikki verða endurtikin.

Bernando Lopes skoraði til 1-0 og 2-1. Tá var talan um lítið sannførandi verjuspæl hjá Víkingi.

Jákup Johansen javnaði við fínum stútara eftir framlegging úr høgru frá væl upplagda Ara Olsen.

Tá ið gestirnir sjey minuttir undan steðginum øktu til 3-1 við brotssparki, sá tað út til, at ballið var buðið, men vónin kyknaði aftur, tá ið Sølvi Vatnhamar í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, umsetti brotsspark til 3-2.

Fjálturin og mistøkini í fyrra hálvleiki vóru dýr, og í seinna hálvleiki gekk tað, sum tað so ofta hevur gjørt í ár, tá ið víkingarnir ikki hava havt marginalirnar við sær.

 

Víkingur – Lincoln Red Imps 2-3 (2-3)

Champions League

0-1: Bernardo Lopes 19.

1-1: Jákup Johansen 29.

1-2: Bernardo Lopes 31.

1-3: Tjay De Barr br 38.

2-3: Sølvi Vatnhamar br 45.+4.

Dómarakvartett úr Belgia: Lothar D’hondt, Romain Devillers, Nico Claes og Kevin Van Damme (4. dómari)

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Poul Kallsberg, Árni Nóa Atlason (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 65.), Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála (Olaf Bárðarson, 75.) – Stefan Radosavlovic (Jørgen Nielsen, 65.), Jákup Johansen

Gult kort: Jákup Johansen

Reytt kort: Olaf Bárðarson 84. (beinleiðis reytt)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Jónatan Lervig, Arór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Jósef Ólavsson, Ingi Arngrímsson. Martin Klein Joensen

 Venjari: Jóhan Petur Poulsen