Móttøkan er prýdd við listaverki hjá Silju Strøm
Vestmanna kommuna heitti í fjør á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini.
Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss.
Um listaverkið sigur Silja: Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í eitt rúm, har sum persónar, lutir og umhvørvi eru tætt samanknýtt. Myndin fevnir um tvey stór lørit og lýsir, við bæði persónligum og meira sakligum tilgongdum, longsul og nærleika og menniskjaligari samveru. Fólk taka í hvønn annan, halda hvørjum øðrum, nerta við hvønn annan, halda hvørjum øðrum uppi. Ein undirtóni av sorgblíðni hómast millum bjørtu litirnar, ið ljóma og lýsa á ein heim, har kroppar og landsløg saman skapa eitt dýpi av sansaligum og kenslubornum løtum. Løtur vit øll kenna, har vit siga ja til eina hjálpandi hond, bera ein annan, tá tey ikki orka, krógva okkum, tá vit hava brúk fyri meira tíð og taka okkum av hvørjum øðrum.
Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í eitt rúm, har sum persónar, lutir og umhvørvi eru tætt samanknýtt. Myndin fevnir um tvey stór lørit og lýsir, við bæði persónligum og meira sakligum tilgongdum, longsul og nærleika og menniskjaligari samveru. Fólk taka í hvønn annan, halda hvørjum øðrum, nerta við hvønn annan, halda hvørjum øðrum uppi. Ein undirtóni av sorgblíðni hómast millum bjørtu litirnar, ið ljóma og lýsa á ein heim, har kroppar og landsløg saman skapa eitt dýpi av sansaligum og kenslubornum løtum. Løtur vit øll kenna, har vit siga ja til eina hjálpandi hond, bera ein annan, tá tey ikki orka, krógva okkum, tá vit hava brúk fyri meira tíð og taka okkum av hvørjum øðrum.
Vestmanna kommuna hevur sum mál at stuðla lokalu listini. Tí fegnast vit um samstarvið við Silju, sum er eitt av okkara mongu dugnaligu listafólkum. Hennara mynd prýðir nú móttøkuna og er tað fyrsta, sum býður vitjandi vælkomnum.