Næmingarnir fáa 1.000 krónur meiri í studningi

Nú verður studningurin hjá teimum, sum fara í Húsarhaldsskúla í Klaksvík, hækkaður.

Studningurin hevur verið 2.000 krónur um mánaðin í fleiri ár, men nú hækkar hann upp í 3.000 krónur um mánaðir – og hann verður tann sami fyri allar næmingarnar.

Eftir summarferiuna flytur skúlin í nýggjan skúla mitt í býnum har tað er pláss fyri 35 næmingum, annars hava tey bara havt pláss fyri 21 næmingum.