Netálopið snúði seg um loysigjald

Net-álopið, sum síðani mikudagin hevur gjørt ónáðir á flogferðsluna í Evropa, var eitt sonevnt ‘ransomware-álop’, upplýsir stovnurin fyri nettrygd hjá Evropeiska Samveldinum, ENISA. Hettar sambært Reuters.

Ransomware er eitt virus, sum dulnevnir fílurnar hjá einum offri, soleiðis at tær ikki kunnu fáast til vega, uttan so at loysigjald verður goldið.

Flogruðuleikin heldur eisini fram mánadagin,  har flogferðslan í Evropa framvegis er ávirkað av telduálopinum. sum rakti forritini á fleiri flogvøllum fríggjadagin, skrivar BBC. 

KT-felagið handan tænasturnar, Collins Aerospace, segði mánadagin at tað er liðugt við neyðugu skipanardagføringarnar, fyri at fáa skipanirnar aftur í fullan rakstur.