Netanyahu hevur fingið mateitran

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skuldi mánadagin og týsdagin vitna í rættinum í sambandi við korruptiónsmálið, sum er í gongd móti honum í løtuni, skrivar Ritzau.

Men tað er útsett, tí 75 ára gamli Netanyahu hevur fingið mateitran.

Sambært skrivstovuni hjá forsætisráðharranum gjørdist hann sjúkur um náttina, og fekk staðfest tarmbruna og er dehydreraður, skrivar Reuters.

– Í samsvari við boðini frá læknunum hvílir forsætisráðharrin heima næstu tríggjar dagarnar, stendur í fráboðanini úr skrivstovuni.

Lagt verður afturat, at Netanyahu fer at arbeiða heimanífrá.