Norra byggir brigadu í Finnmarken
Norska verjan tekur nú fyrsta stigið, til at byggja landsins fyrstu brigadu síðani 1982.
Hermenn høvdu stillað seg upp á norsku hernaðarstøðini Porsangmoen í Finnmarken, tá verjuovastin og verjumálaráðharrin í landinum vitjaðu í gjár, fyri at markera stovnanina av brigadini.
– Vit noyðast at liva við einum hættisligari og óútreiðsluførari Russlandi.
Stovnanin av Finnmark-brigadini er eitt neyðugt aftursvar uppá eina meira ótrygga trygdarstøðu í heiminum, segði verjumálaráðharrin Tore O. Sandvik í sambandi við hátíðarhaldið.
– Endamálið er at skrekkja tey, sum ikki ynskja okkum væl, upplýsti hann.
Um tað fer at eydnast, veldst um, um norska verjan vinnur á einari kendari avbjóðing.
Tvs. um tey eydnast at rekruttera nóg nógvar hermenn til eitt so fjarskotið øki sum Finnmarken, sum liggur norðan fyri pólringin.
Tað verður neyðugt við sera nógvum hermonnum fyri at mynda eina virkna brigadu, sum tann, sum John Olav Fuglem skal standa á odda fyri í Finnmarken.
Tað er ein máttmikil stødd, og brigadan fer at fevna um eindir sum eina artilleribataljón, infanteribataljón, fregnartænastu, og hon verður eisini útgjørd við einum loftverjubattaríi.
– Finnmark Brigadan verður munandi styrkt við loftverju, artilleri, dronum, og vit fáa eina infanteribataljón og ikki minst ein størri førleika at brúka langtrøkkandi neyvleikavápn frá herinum, sjóverjuni og flogverjuni, sigur John Olav Fuglem við DR.
Í gjár broytti Finnmark Landforsvar offisielt navn til Finnmark Brigada, og sambært brigaduleiðaranum verður hon bygd upp “so skjótt sum gjørligt”.
John Olav Fuglem fær heitið sum brigadekommandant av herleiðaranum, Lars S. Lervik generalmajor. (Mynd: © Arnfinn Sjøenden)
John Olav Fuglem fær heitið sum brigadekommandant av herleiðaranum, Lars S. Lervik generalmajor. (Mynd: © Arnfinn Sjøenden)
Tað verður hansara ábyrgd at byggja upp brigaduna og gera hana 100 prosent virkna í 2032.
– Vit eru ein sera lítil brigada við tveimum bataljónum og einum kommandoelementi. Vit koma upp á 5.000 tilsamans, sigur John Olav Fuglem.
Tað er ein máttmikil stødd, og brigadan fer at fevna um eindir sum eina artilleribataljón, infanteribataljón, fregnartænastu, og hon verður eisini útgjørd við einum loftverjubattaríi.
Tað metir Tormod Heier, sum er professari í hernaðarstrategi og rakstri á norska verjuháskúlanum í Oslo.
– Tað er eitt paradoks, at størsta hóttanin móti virkisførleikanum hjá brigadini ikki eru russisk álop, men egni førleikin hjá Noregi at tryggja nóg mikið av starvsfólki.
Starvsfólk við neyðugum førleikum til at umskipa tær materiellu íløgurnar til veruliga virkisføra stríðsmegi, sigur Tormod Heier.
– Norskir myndugleikar kunnu ikki bara hugsa um at keypa útgerð og byggja barakkir.
Tey mugu eisini hugsa um, hvussu tey rekruttera og varðveita hermenn, sum kunnu trívast og búgva har uppi ár eftir ár.
Sambært Tormod Heier verður tað trupult hjá norsku herdeildini at náa málinum um 5.000 hermenn í brigadini í 2032.
Grafik: Nathalie Nystad
Grafik: Nathalie Nystad
Norska herdeildin er tilvitað um avbjóðingarnar við at rekruttera til norðasta partin av landinum.
Men brigadekommandanturin John Olav Fuglem heldur framvegis, at tað er realistiskt at náa málinum.
– Tað týdningarmesta, vit gera nú, er at hækka útbúgvingarkvoturnar á okkara skúlum, og vit økja talið av innskrivaðum, sum vit taka inn.
Avbjóðingin hevur verið, at vit hava útbúgvið lutfalsliga fá fólk seinastu mongu árini, og tað merkir, at vit nú mangla starvsfólk.