Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Nú kapprennur KÍ við tíðina
    News

    Nú kapprennur KÍ við tíðina

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewAugust 1, 2025No Comments3 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Hóskvøldið spældu bæði HB og KÍ í Europa Conference League.

    HB tapti 1-0 í Brøndby og harvið er tað greitt, at leikluturin hjá HB í europeisku kappingunum er av á hesum sinni. Brøndby vann við samantalda málmuninum 2-1. Hetta var fyrsta ferðin, at André Olsen fór av vøllinum sum HB venjari uttan at hava vunnið úrtøku. Undan dystinum í Brøndby hevði hann vunnið seks og spælt tríggjar ferðir javnt.

    Avrikið í Brøndby var so gott, at teir í HB eiga at vera væl nøgdir. 1-0 tapið er vónbrot, men marginalt tap hjá føroyskum felag ímóti einum at størstu feløgunum í Danmark bendir á, at føroyskur liðfótbóltur hevur flutt seg nógv.

    Tað sást á gestunum í Klaksvík hóskvøldið – spælarum, áskoðarum og teimum kring liðið – at talan var um stórt vónbrot, tá ið tað var greitt, at FK Radnički 1923 úr Serbia hevði lagt rygg til 1-0 tap ímóti KÍ, sum nú fer at halda fram í Conference League.

    Í Klaksvík kennast milliónirnar frá altjóða luttøkuni ivaleyst søtar, men í serbiska felagnum FK Radnički 1923 rakar tað heilt meint, at felagið ikki fær hesar umleið 3 milliónirnar í kassan.

    Páll A. Klettskarð var einasti málskjútti, tá ið hann seks minuttir undan steðginum og við høvdinum sendi bóltin í málið eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg. Nú hevur Páll A. Klettskarð skorað 12 mál í europeisku kappingunum. Tað er bara ein føroyskur spælari, sum hevur skorað fleiri mál í Europa. Tað er Árni Frederiksberg, sum hevur skorað 14 mál.

    Týskvøldið fer KÍ í triðja umfari í Conference League at spæla á heimavølli ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi. Tann dysturin verður á Tórsvølli. Hóskvøldið var talan um uppgerð, sum kravdi nógva styrki og orku av spælarunum. Eitt nú vóru vongverjarnir báðir – René Shaki Joensen og Jóannes Kalsø Danielsen – skiftir út. Teir vóru við í nærdystum, sum bóru við sær, at teir fleiri ferðir lógu at síggja til rættiliga viðtiknir á vøllinum.

    Fram til týsdagin snýr tað seg hjá Magnusi Powell og hansara starvsliði um at fyrireika KÍ hópin til nýggju avbjóðingina, sum bíðar. Ein partur er at fáa spælararnar at vera birgar aftur, og ein annar er at fáa sinniliga yvirskotið framaftur og ein triði partur er at fyrireika taktiska uppleggið.

    Í støðum, tá ið tað er stutt millum stóru avbjóðingarnar, kemur tað væl við, at tað eru skikkaðir avloysarar á beinkinum. Hóskvøldið vórðu Daniel Johansen, Mads Bo Mikkelsen og Claes Philip Kronberg skiftir inn, og á beinkinum sótu eisini aðrir, ið eiga royndir og eru væl skikkaðir at lyfta stóru uppgávuna.

     

    KÍ – FK Radnički 1923 1-0 (1-0)

    1-0: Páll A. Klettskarð 39.

    KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 1-0

    KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes K. Danielsen (Claes Philip Kronberg, 89.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Daniel Johansen, 83.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 83.)

    Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mark F. Jensen, Robert Williams, Filip Brattbakk, Dávid B. Andreasen, Páll Müller, Martin Gonzalez, Gilli Rólantsson Sørensen

    Gult kort: Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen

    Venjari: Magnus Powell

     

     Brøndby IF – HB 1-0 (1-0)

    1-0: Sho Fokuda 31.

    Brøndby samantaldur vinnari við málmuninum 2-1

    HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási Dam, Bartal Wardum, Klavs Kremens, Lassana Faye – Heðin Hansen (Mathias Voss, 71.), Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson (Heini Sørensen, 17.) – Emil G. Pedersen, Jonas Enkerud (Jákup L. Thomsen, 71.)

    Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Reinis Reinholds, Viljormur Davidsen, Áki Johannesen, Dan í Soylu, Bartal Páll Klein, Ejvind R. Mouritsen, Silas Joensen, Jógvan í Skála

    Gult kort: Bartal Wardum, Noah Mnenéy

    Venjari: André Olsen

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleHetta er stórur smeitur hjá HB
    Next Article Myndir: KÍ-Radnicki 1923
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.