Nú verður Elduvíkarvegurin asfalteraður
Vegurin til Elduvíkar hevur verið nógv umrøddur síðstu árini. Hann fór heilt illa í skriðulopi fyri nøkrum árum síðani, og tey, sum hava koyrt til og úr Elduvík, hava sagt, at tað hevur verið beinleiðis hættisligt at koyra. So vánaligur er vegurin.
Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu og harvið eisini í Elduvík hevur aftur og aftur alment heitt á myndugleikarnar um at fáa hetta gjørt. Vegurin til Elduvíkar er landsvegur, og tí er tað løgtingið, sum hevur fíggjarligu ábyrgdina og Landsverk, sum hevur ábyrgdina av at fáa arbeiðið gjørt.
Á fíggjarlógini fyri 2025 vórðu pengar játtaðir til at asfaltera vegin, men tá ið einki hevur røkts fyri, at arbeiðið fór at vera gjørt, hava tað aftur verið almennar áminningar um hetta, bæði frá borgarstjóranum og frá tinglimum.
Nú boðar Landsverk frá, at tað í morgin verður farið undir arbeiðið, og at tað fer at verða arbeitt á Elduvíkarvegnum tað , sum er eftir av hesum mánaðinum.
Landsverk skrivar soleiðis í dag:
Vegna asfaltarbeiði verður Elduvíkarvegurin stongdur frá týsdegnum frá 9. september til týsdagin 30. september, frá kl. 09.00 til 18.00. Ferðslan verður leidd ígjøgnum kl. 11.00, 13.00, 15.00 og 17.00.
Undantikið leygardagar og sunnudagar, tá verður ikki arbeitt, og vegurin er opin sum vanligt, skrivar Landsverk.