Nỳtt staklag frá DUOPOL

Har er ongin larmandi gittar. Ei heldur ógvusligar testosteron-trummur. Nei, ístaðin fyri at rokka sum vanligt, so er tað reindyrkaður synt-poppur, sum Edmund Jacobsen (Chase, Norðkraft) leggur fyri dagin.

Saman við unnustuni Stine Tobiesen stovnaði hann DUOPOL í fjør. “ALT FOR LÆNGE” eitur nýggja staklagið frá teimum báðum. Hettar er triðja staklagið, sum DUOPOL hevur greitt úr hondum.

Og jú: Tann gamli rokkarin syngur eisini á donskum á útgávuni. Men væntandi vendur Edmund aftur til góða, gamla rokkin seinni í heyst.

DUOPOL – “ALT FOR LÆNGE” – Sjónbandslag: https://youtu.be/Z7jAli8Xe5Q?si=GW9vqCbYg35fQ0s1

DUOPOL – “ALT FOR LÆNGE” – Stroyming: https://tinyurl.com/dp-alt-for-laenge-streaming