Øll skulu út úr rúminum, bleiv tað rópt

Uppdatera 00.07.

Toppfundurin á herstøðini í Alaska hevur nú vart yvir tveir tímar.

Umframt teir báðar tímarnar koyrdu amerikanski og russiski forsetin eisini saman í umleið 10 minuttir á veg til bygningin, har fundarhølið er.

Ongar fráboðanir eru enn um, hvussu fundurin gongur. Men tað, at fundurin hevur varað so leingi, skal nokk hava við sær, at tey hava nógv at tosa um, sigur amerikanski viðmerkjarin, Sofie Rud.

– Í fyrstu atløgu ynskti Trump at fáa nýggjan fund burtur úr hesum toppfundinum – ein fund har Zelenskyj (ukrainski forsetin, red.) eisini er til staðar.

Eg ivist sera nógv í, um Putin hevur áhuga í at hitta Zelenskyj. Tað kann eisini vera orsøkin til, at fundurin tekur so langa tíð, sigur hon og heldur fram:

– Eg vildi hildið, at fólkini, sum stúra fyri, at Trump kanska sjálvur ger onkra avtalu, ikki eru serliga trygg við, at tey tosa so leingi, sigur hon.

Myndir frá tíðindastovunum Reuters og AP vísa, at fyrsta málið á skránni fer fram í einum rúmi, á hernaðarstøðini Elmendorf-Richardson í Anchorage í Alaska.

Teir báðir leiðararnir, Putin og Trump, sita báðir í miðjuni, við hvør sínum ráðgevum og serligum sendimonnum við teirra lið, umframt landsstýrismanninum.

Aftanfyri tey er ein blá bakgrund, har orðini “stremba eftir friði” eru skrivað við stórum bókstavum.

Sama bakgrund er sett upp í rúminum, har felags tíðindafundurin verður hildin seinni.

Ein røð av journalistum róptu, hvør harðari enn hin, fyri at fáa orðið á forsetarnir báðar, áðrenn sjálvan toppfundin, og tað gjørdi tað næstan ógjørligt at fáa eitt orð inn.

Ein nærmynd av Vladimir Putin vísir, at forsetin royndi at svara einum av teimum fimm journalistunum, sum vóru til staðar, við at gera eitt slag av “trakti” fyri munnin.

Men orsakað av larminum bar ikki til at hoyra, hvat Putin í roynd og veru segði.

– Øll út úr rúminum, rópar ein maður hart og og klárt at enda, soleiðis at toppfundurin kundi byrja.

Fundurin er liðugur