Oslo Lufthavn stongd vegna dronur
Norska flogvallarfyritøkan Avinor váttar fyri NRK, at flogvøllurin í norska høvuðsstaðnum Oslo er stongdur vegna dronuvirksemi.
Dronurnar vórðu eygleiðaðar umleið klokkan 23.00 og flogvøllurin stongdi fyri flogferðslu kl. 00.30.
Sambært norsku tíðindastovuni NTB vóru tvær dronur eygleiddar nærhendis flogvøllinum.
Norska løgreglan setur ikki enn dronurnar í samband við støðuna á flogvøllinum í Keypmannahavn, skrivar Ritzau.
Fyrr í kvøld vórðu tveir menn ú Singapore handtiknir í Oslo í sambandi við, at dronur flugu yvir einum hernaðarligum øki við Akershus-virkið.