Ozzy Osborne er deyður
Tungmálmsstjørnan Ozzy Osbourne er deyður 76 ára gamal.
Hettar bert nakrar vikur eftir at hava verið saman við sínum Black Sabbath bólksfeløgum, og framført eina risa farvælkonsert fyri fjepparum sínum.
Í eini fráboðan sigur familjan:
-Tað er við meira sorg enn orð kunnu bera fram, at vit mugu siga frá, at okkara elskaði Ozzy Osbourne er farin frá í morgun.
Hann var saman við familjuni og umringaður av kærleika.