Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Politiið á G! Harðskapur ímótir løgreglufólkum
    News

    Politiið á G! Harðskapur ímótir løgreglufólkum

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 20, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Hvørt ár eru fleiri fólk sum kontakta løgregluna, tí tey vilja sleppa at blása í alkometrið.

    Hettar fyri at tryggja sær, at tey kunnu seta seg í bilin og koyra til hús, eftir ein góðan festival.

    Í ár hevur politiið so gjørt av at bjóða fram hendan møguleikan, nakrar tímar í dag.

    Tey vera til staðar við busshaldiplássið sum er við kampingøkið nú klokkan 12.30 til 13.30, og aftur kl. 15.30 til 16.30.

    Hettar er treytað av at tað ikki er nakað annað tey mugu taka sær av, og er somuleiðis eisini bert til tey, sum hava eina góða orsøk at blása í alkometrið. 

    Tað er ikki nakað øll kunnu bara koma og gera, bara fyri stuttleikar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgum.

    Harðskapur ímótir løgreglufólkum

    Stutt áðrenn kl. 02.00 í nátt sóu løgreglufólk sum voru til staðar á G! at har var upptakt til bardaga.

    Ein bólkur av ungum monnum stóðu og keglaðust og løgreglufólkini máttu leggja uppí.

    Hettar vóru mennirnir ikki við uppá og stendur málið nú við at politiið hevur skuldsett nakrir av monnunum fyri at forða politinum at gera sítt arbeiði, og eisini fyri harðskap ímóti politinum. 

    Vitnir eru sum stuðla undir løgreglufólkunum, og ein av monnunum skal avhoyrast saman við einum advokati. 

    Av tí at hettar er eitt mál har tað er politiið sum sjálvi melda, er ikki nógv vakthavandi kann fara í smálutir í hesum máli. 

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleRussland til reiðar at tosa frið við Ukraina
    Next Article Harðskapsmál í Nólsoy
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.