Politikarar gera beint tað øvugta av tí teir av røttum áttu at gjørt

Politikarar – bæði landspolitikarar og kommunupolitikarar – gera beint tað øvugta av tí teir av røttum áttu at gjørt.

Tað er niðurstøðan, nú Búskaparráðið hevur latið eina nýggja, búskaparliga frágreiðing, úr hondum.

Støðan er tann, at bæði kommunurnar og landskassin, leggja trýst á búskapin, tí tey hava stór hall, hóast tíðirnar eru so góðar.

Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni er mettur at vera 3,3 prosent í 2024, 2 prosent í ár og 6,1 prosent næsta ár. Í 2025 er laksaprísurin lækkaður, og tað er við til at tálma vøkstrinum.

Virksemið í landinum er tó framvegis stórt, eitt nú eru løngargjaldingarnar øktar áleið sjey prosent, og framleiðslan í alivinnuni er økt nógv.

Búskaparráðið sigur, at ábendingar eru um, at tað er ov nógv ferð á í samfelagnum.

Starvsfólkatalið er stórt, og arbeiðsloysið er sera lágt. Í fleiri vinnugreinum er trupult at finna starvsfólk, men kortini hava kommunurnar og landskassin undirskot.

Hallið hjá landskassanum er mett at verða 390 milliónir í ár og 375 milliónir næsta ár. Hallið hjá kommunum er mett at verða 240 milliónir í ár.

Tilsamans svarar tað til góð tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í ár.

– Kommunurnar og landið eru sostatt við til at stimbra búskapin, tá ið tey ikki skulu, sigur Búskaparráðið

– Tá ið almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin yvirhitaður. Nógvar íløgur verða gjørdar í senn av vinnu, landi og kommunum, og tað elvir til hægri prísir fyri byggiarbeiði.

– Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina. Vinnan rindar ov høgar prísir, skattaborgarin rindar ov nógv, tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt. Og húsarhaldini gjalda ov nógv, tí til dømis sethúsabygging dýrkar.

Ístaðin eigur fíggjarpolitikkurin at vera konjunkturmótgangandi, tað vil siga, at hann skal tálma í góðum tíðum.

Politikararnir vilja ikki taka illa umtóktar avgerðir

Sambært játtanarkarmunum er ætlanin at gera sparitiltøk í verk fyri 55 milliónir næsta ár, og 35 milliónir um árið í komandi árum.

– Sum skilst er ætlanin at brúka plenuklipparan fyri at spara almennar útreiðslur. Hesin hátturin – at spara við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb – ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugar tillagingar, tí teir eru bangnir fyri at taka illa umtóktar avgerðir, sigur Búskaparráðið.

Politikararnir eiga ístaðin at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar, bæði í løtuni og frameftir. Til dømis kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur ímillum almannaverkið og kommunur, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum, sigur Búskaparráðið.

Verður tað ikki verður spart, má meira takast inn frá borgarunum og ella vinnuni í skatti, leggja tey afturat.

– Politikararnir hava nógvar ætlanir um íløgur. Umráðandi er tó at vera varugur við, at tilfeingið ikki er ótømandi, ávarar Búskaparráðið.

– Meginparturin av almennu íløgunum verða fíggjaðar við skatti og avgjøldum frá borgarunum og vinnuni. Tað eru tí somu skattgjaldarar, sum skulu rinda allar íløgurnar.

– Givið er, at tað er neyðugt at raðfesta millum íløgurnar, tí tað er ikki ráð til at gera allar samstundis.

Tað er trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni og tað er dýrari at byggja. Útboðið av byggilendi er avmarkað umframt at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn.

Og samstundis er bústaðartrot og alt hetta hevur gjørt sítt til at trýsta sethúsaprísirnir upp, tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.

Búskaparráðið heldur, at tað er neyðugt, at politiski myndugleikin tekur bústaðartrotið í álvara við at gera sítt til at økja um útboðið av bústøðum og byggilendi til bústaðarbygging.