Protein ella pulvur, er tað líka gott?

Sambært danska hjartafelagnum “Hjerteforeningen” er proteinpulvur ikki neyðugt, um tú etur fjølbroyttan og hjartasunnan kost.

Flestu fólk fáa sín proteintørv dekkaðan gjøgnum vanligan mat, og tað er ikki sunnari at ovureta protein, hvørki i pulvurform ella í “vanligum mati”.

Annars hava proteinir týdning fyri at byggja upp og viðlíkahalda musklar, eisini hjartamuskulin. Men tað er ikki neyðugt at fylla upp við pulvur, uttan so at tú hevur ein serligan tørv fyri tí.

Proteinir eru gjørdar úr aminosýrum. Tað eru 20 sløg, harav átta eru alneyðugar. Proteinir, sum eru samansettar av teimum mest neyðugu aminosýrunum, hava tí hægstu proteingóðsku.

Egg eru tí eitt gott dømi um mat við høgari proteingóðsku. Aðrar keldur til góðar proteinur eru:

Fiskur, høsnarungi, kjøt uttan ov nógv feitt, mjólk og skyr.

Protein er eisini at finna í planturíkinum frá matvørum sum t.d. Bønir, linsur, kikærtur, nøtir, mandlur og havragrýn.

Proteinir í pulvurform er ikki nakað Hjerteforeningen mælir til sum høvuðskelda, men proteinpulvur er ein konsentrerað kelda til protein, sum kann brúkast sum ískoyti til dagliga kostin.

Pulvurið verður ofta framleitt úr ymiskum keldum so sum mysu, soya, eggum ella ertrum.

Proteinpulvur kann altso hjálpa at økja um dagligu protein-inntøkuna.

Hettar kann vera til gagns fyri t.d. vøddauppbygging, bæði hjá fólki sum hava verið sjúk og songjarliggjandi, men eisini um man bert vil lækka um kiloini.