Rithøvundurin og filmsleikstjórin Jørgen Leth er deyður
Rithøvundurin og filmsleikstjórin Jørgen Leth doyði mánakvøldið, 88 ára gamal.Hetta boðar familjan frá.
Jørgen Leth royndi seg fyrstu ferð, sum høvundur í 1962 við yrkingasavninum “Gult lys”. Hann var seinast virkin í juni 2025 við skaldsøgusavninum “Zombie”.
Fyrst í 1900 gjørdist Jørgen Leth kendur sum súkkluviðmerkjari í TV 2 saman við samstarvsfelagnum, Jørn Mader.
Ábyrgdarblaðstjórin John Jäger, TV 2 Sport, sigur, at Jørgen Leth hevur havt ótrúliga nógv at siga fyri TV 2.
– Ein sera stórur partur av tí góðu móttøkuni hjá Tour de France í TV 2 er orsakað av Jørgen Leth, sigur hann.
Ábyrgdarblaðstjórin sigur, at Jørgen Leth hevði eitt serstakt evni, at miðla sín brennandi huga fyri súkkling til danskar sjónvarpshyggjarar.
Jørgen Leth hevur eisini leikstjórnað fleiri heimildarfilmum – millum annað “Stjernerne og vandbærerne” um Giro d’Italia og “En forårsdag i helvede” um París-Roubaix.