“Sameina Ríkið” – yvir 100.000 í mótmælisgongu.

Tað er undir yvirskriftini, “Sameina Kongaríkið – Talufrælsisfestivalurin”, at aktivisturin Tommy Robinson heitti á fólk, at mótmæla “skipanini” í Bretlandi – og í restini av Evropa.

Hettar hendi í gjár í London, har yvirgangur 100.000 fólk luttóku.

– Bretland sameinir seg ímóti skipanini, sum hevur miseydnast okkum øllum. Øll lond í Evropa uppliva tað sama: Okkara mentan, samleiki og kristindómur eru undir álopi, segði Tommy Robinson við DR.

– Fólk hava fingið nokk, og í dag vilja vit vísa umheimin, at Bretland er vaknað. Allir vit evropearar hava sovið í tímanum alt ov leingi, segði Robinson.

Mynd: Paul Cater, X

Eisini á røðarapallinum tók Tommy Robinson orðið og helt røðu í gjár.

Har tosaði hann beinleiðis til bretska forsætisráðharran, Keir Starmer:

– Kollveltingin er byrjað. Tú kanst ikki steðga tí, segði Tommy Robinson av pallinum og útgreinaði:

– Tey megnaðu at fáa okkum at tiga í 20 ár við etikettunum. “Rasistur”, “Islamofob”, “Ekstrem høgravendi”. Tað riggar ikki longur. Kettan er lopin úr sekkinum, og tað er eingin máti at fáa hana inn aftur.

-Tann tigandi meirilutin fer ikki at tiga longur.

Tað vóru tó ikki bara bretar, sum mótmæltu í London í gjár. Tað gjørdu fleiri politikarar og aktivistar úr USA og Evropa eisini, eitt nú formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt, og helt hann eisini eina røðu

Hann var persónligt innboðin av Robinson at koma til mótmælisgonguna

– Eg eri sera ørkymlaður um gongdina, sum hendir í mun til talufrælsið um alt Evropa og Bretlandi, men eisini í Danmark, har vit hava sæð stjórnina við koranlógini, taka beinleiðis diktat úr Miðeystri, í mun til hvat eigur at vera revsivert, sigur DF-formaðurin við DR.

Eisini Elon Musk hevði viðmerkingar 

Løgreglumenn vóru álopnir við steinkasti og máttu brúka vald móti mótmælisfólkunum, skrivar løgreglan í London á X.

Mynd: EPA/Shutterstock

Mynd: EPA/Shutterstock