Sea Shepherd heitir á fleiri tjóðir at boykotta Oyggjaleikirnir 2027

Miðilin ‘Isle of Man Today’ skrivar at Sea Shepherd heitir á Isle of Man og aðrar tjóðir, um at boykotta oyggjaleikirnir í Føroyum í 2027, tí føroyingar drepa grind.

Tey ynskja eisini at altjóða oyggjaleikanevndin IIGA, flytir leikirnir til eitt annað land.

IIGA vísir tó hesum aftur og sigur, at oyggjaleikir eru ætlaðir at skapa vinaløg gjøgnum ítrótt, og at tey tí ikki blanda seg í politikki.

-Vit mæla virðiliga til, at fólk í staðin skulu venda sær til føroyska landstýrið við sínari stúran, er millum annað svarið frá nevndini.

KVF boðar í dag frá at Valentina Crast, átaksleiðari í Sea Shephard, hevur sent teimun skriv.

Í tí stendur millum annað, at felagsskapurin stuðlar friðarligum átøkum, sum hava til endamáls at skapa uppmerksemi viðvíkjandi grindadrápi.

Hon sigur eisini, at Sea Shepherd ikki stendur á odda fyri hesum ávísa átakinum.

-Vit eru vitandi um, at eitt uppslag á sosialu miðlunum ikki greitt vísir á, hvør stendur aftanfyri áheitanina um boykott, og sum síðan er rættað.

Sea Shepherd fer ikki at standa á odda fyri nøkrum átøkum, at útihýsa føroyskum ítróttarfólkum frá at taka lut í nøkrum ítróttartiltaki, endurgevur KVF úr skrivinum frá Valentina Crast.