Close Menu
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Faroe Islands Review
    Facebook X (Twitter) Instagram
    Subscribe
    • Home
    • About us
    • Post
    • Services
    • Contact
    Faroe Islands Review
    Home » Silja var stórskjútti og Gylta stongdi málið
    News

    Silja var stórskjútti og Gylta stongdi málið

    Faroe Islands ReviewBy Faroe Islands ReviewJuly 14, 2025No Comments2 Mins Read
    Share Facebook Twitter Pinterest Copy Link Telegram LinkedIn Tumblr Email
    Share
    Facebook Twitter LinkedIn Pinterest Email

    Við einari vælleikandi Silju Geirsdóttir Eystberg á odda vunnu Føroyar fyrstu EM-stigini til eitt ungdóms-EM-endaspæl á kvinnusíðuni. Føroyar vunnu ein tryggan 32-25 sigur á Finnlandi.

    Finska liðið hevði víst góðar taktir higartil í kappingini, og høvdu tær yvirtakið fyrstu løtuna. Teirra 5-1 verja órógvaði føroyska spælið, og spældu okkara við ov stórum váða. Føroyska verjan stóð tó væl saman við Gyltu á Neystbø í málinum og fingu trýst finsku skotini. Finnar brendu illa um miðjan hálvleik, og gjørdi hetta at okkara komu nøkur mál framum. Í føroyska álopinum vóru tað serliga Ró Reginsdóttir og Silja Eystberg sum gjørdu um seg, hin fyrra við kvikum gjøgnumbrotsspæli og hin seinna við góðum langskotum. Føroyar vóru frammanfyri 15-12 í hálvleikinum.

    Finnland fekk betru byrjanina uppa seinna hálvleik og javanaðu til 15-15 eftir bert tríggjar minuttir. Okkara gjørdu nógvar tekniskar villur og fingu eisini tvær útvísingar fyrstu løtuna. Føroyar funnu seg tó skjótt til rættis og tóku leiðsluna við Ró Reginsdótti á odda í álopinum. Finska liðið hevði tað trupult restina av dystinum og vísti Føroyar hægri góðsku seinastu 25 minuttirnar og vunnu trygt 32-25.

    Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Skotini hjá Silju sótu serstakliga væl í dag og var hon eisini trygg við brotskøstunum. Hon gjørdi heili 13 mál. Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin kl. 11.00 móti Sveis. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, skrivar HSF

    Dystargongdin Finnland – Føroyar:

    5 min. 3-1

    10 min. 4-5

    15 min. 5-8

    20 min. 6-10

    25 min. 8-12

    30 min. 12-15

    35 min. 15-16

    40 min. 17-21

    45 min. 18-23

    50 min. 19-25

    55 min. 22-28

    60 min. 25-32

    Málskjúttar hjá Føroyum:

    Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (4)

    Ró Reginsdóttir 5

    Joan Johannesen 5

    Agatha Djurhuus 3

    Elida Joensen 2

    Rakul Borgarlíð Joensen 2

    Fjóla Skaalum Vilhelm 1

    Marta Højgaard 1

    Málverjar:

    Gylta á Neystabør 34%

    Follow on Google News Follow on Flipboard
    Share. Facebook Twitter Pinterest LinkedIn Tumblr Email Copy Link
    Previous ArticleFøroyingar seta dám á svimjingina
    Next Article Finalan verður ímóti Grønlandi
    Faroe Islands Review
    • Website

    Related Posts

    Trump sendur út fleiri hermenn

    October 8, 2025

    Brekumboðið er farið til verka

    October 8, 2025

    Vónbrot í Batumi

    October 8, 2025

    Comments are closed.

    Facebook X (Twitter) Instagram Pinterest
    © 2025 Faroe Islands Review.

    Type above and press Enter to search. Press Esc to cancel.